Vatnflóð í amerikonskum býum

Ódnin Sandy hevur elvt til grimdarregn í fleiri amerikonskum eysturstatum. Tað byrjaði í statinum Virginia í gjár, og í morgun hevði regnið breitt seg til Maryland, New Jersey og Delaware. Í Virginia standa stórir partar av býnum Norfolk undir vatni, og løgreglan noyddist at lata fleiri vegir aftur fyri ferðslu.

Teir seinastu dagarnar hava handlarnir selt óvanliga nógvar matvørur og nógv vatn. Tað hevur gjørt, at nógvir handlar hava einki eftir á goymslu, so nú eru bara benzinstøðirnar eftir at dúva uppá, so har standa bilar í langari røð.

Amerikanska veðurstovan sigur, at tað er stórur vandi fyri vatnflóð í pørtum av New York. Veðurstovan sigur, at í havnini í New York verður flóðin væntandi knappar fýra metrar oman fyri tað vanliga. Hendir tað, so er tað tað mesta í meiri enn 50 ár.

Veðurstovan sigur eisini, at í vídd er Sandy tann størsta tropiska ódnin, sum nakrantíð er skrásett í Atlantshavinum. Í nát var hon meiri enn 1.500 kilometrar í tvørmát.