Vatntrot undir Gøtueiði

- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, siga tey í Eysturkommunu í dag.

Í dag verður heitt á borgarar undir Gøtueiði um fyribils at spara upp á vatnið.

 

Sum skilst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu er vatntrot undir Gøtueiði í løtuni.

 

- Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, verður lagt aftrat.

 

Býligurin í Eysturkommunu, sum kallast undir Gøtueiði, liggur beint innan fyri Skipanes.