VB manglar fleiri av stuðulsleikarunum

Tveir av leikarunum hjá VB, sum veruliga hava gjørt um seg síðstu nógvu árini, eru Rannvá Augustinusen og Laila Jespersen. Tær báðar vera ikki partar av VB liðnum í ár. Ella í øllum førum ikki í byrjanini av kappingini.

Rannvá Augustinussen hevur júst fingið eitt lítið barn, so hon verður ikki við fyribils. Laila Jespersen er við barn, og er sett at eiga seinni í hesum mánaðinum, so hon verður heldur ikki partur av VB-liðnum fyribils.
Hetta er ein stórur missur fyri VB, tí bæði Rannvá og Laila hava leingi vera millum berandi kreftirnar. Samstundis eru hetta tveir av royndu leikarunum, sum nú ikki vera við frá byrjan, og tað ger uppgávuna munandi verri hjá unga VB-liðnum.