Hondbóltur ? kvinnur
Longu í fyrsta dystinum í endaspælinum hevði Neistin møguleikan at skræða seg leysan í bronsustríðnum. Vunnu tær dystin móti VB, gjørdist munurin fýra stig, og soleiðis sum úrslitini hava lagað seg, hevði tað í øllum førum verið tungt hjá VB at vunnið hetta aftur. Hinvegin kundi VB við einum sigri syrgja fyri javnstøðu í hesum stríðnum.
Helena læsti
Tá avtornaði, so gjørdist hvørgin parturin vinnari, og sum so kunnu bæði liðini vera bæði nøgd og minni nøgd um hetta.
Neistin er kanska liðið, sum best kann liva við hesum úrslitinum, og mett eftir dystargongdini, so vóru tað so avgjørt eisini tær, sum høvdu mest at fegnast um, tá dysturin var liðugur.
Eftir at Neistin hevði havt betru byrjanina, so setti heimaliðið veruliga ferð á seinasta korterið undan steðginum, og í seinna hálvleiki hildu tær á fram við góðu gongdini. Eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum, men spakuliga fekk Neistin togað seg innaftur.
Ikki minst var tað Helenu Dam í málinum at takka, at VB bert skeyt trý mál seinasta korterið av dystinum, tí tað kundi sum so gera tað sama, um VB-kvinnur vóru leysar við henni, ella um roynt varð frá brotskasts-strikuni. Landsliðsmálverjin tók tað, sum kom, og var hetta nóg mikið at tryggja gestunum annað stigið og harvið framhaldandi fyrimun í bronsustríðnum.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 17-17 (10-10)
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 9(2), Eyðbritt Krosslá 3, Gabriella Fekete 3, Gurið Mortensen 1, Sólrun Krosslá 1
Neistin: Katrin á Neystabø 4(2), Mildrið Jacobsen 4, Súna Mørk 3(1), Rakul Augustinussen 2, Kára á Dunga 1, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1, Gunnleyg Berg 1
Brotskøst: VB 3, Neistin 5
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen
Myndatxt