VB-Neistin 28-16 (15-9) VB vil upp í oddin

Hóast stigatalvan í løtuni bendir á eina kapprenning millum VÍF og Stjørnuna, so ætla tær í Vági ikki, at hetta skal verða støðan alt árið

Hondbóltur

Jákup Mørk


Eitt av liðunum, sum nóg so stórar vónir vórðu settar til undan kappingini, mundi vera kvinnuliðið hjá VB.

At síggja til, so hava tær tó ikki livað upp til hesar vónir fyrsta partin av kappingini. Tveir sigrar og tvey tap var støðan eftir fýra teir fyrstu dystirnar, so kravið undan uppgerðini móti Neistanum var sera einfalt. Einki annað enn ein sigur kundi góðtakast.


Ongan tíð í vanda

Tað eydnaðist eisini suðuroyargenutnum at vinna sær ein sigur, og nær námind einum tapi vóru tær ongantíð sunnudagin.

Rannvá Augustinussen, sum er ein av ungu leikarunum á liðnum, helt eftir dystin, talan ikki var um nakað ivamál í so máta.

- Vit byrjaðu dystin væl, men eftir at Andrea (Lütz blðm) varð mansvard, fór tað tó at ganga meira javnt á.

- Tað, sum kanska serliga koppaði dystinum til okkara fyrimun, var, at vit fingu fleiri skjótálop í lag, og tí fingu vit drigið eitt sindur frá áðrenn steðing, greiðir Rannvá frá.

Í seinna hálvleiki steðgaði alt upp hjá Neistanum. Tvey mál í tjúgu minuttir nytta lítið, tá mótstøðuliðið samstundis fær níggju, og eftir hetta var dysturin væl og virðiliga avgjørdur.

- Vit fingu eitt sera gott tak á Anniku og Ingu, og annars tók Guðrun í Lágabæ sær av tí mesta tað løtuna, sigur Rannvá.

- Vit kundu kanska eisini havt skorað enn fleiri mál, men vit misnýttu fleiri góðar møguleikar.


Krevja fleiri stig

Sum nevnt omanfyri, so vóru vónirnar til VB stórar undan kappingini, og sjálvar hava tær als ikki mist hesar vónir, hóast tapini fyri Stjørnuni og VÍF.

- Skulu vit halda fast í oddinum, er neyðugt at vinna teir dystirnir, sum eftir eru av grundspælinum, og hetta ætla vit okkum eisini at gera, sigur skjóti vongurin.

- Næsti dysturin hjá okkum verður í Vestmanna, og har hava vit so ikki ráð at tapa, um vit skulu halda fast.


Dysturin í tølum

Málskjúttar

VB: Regina Radó 8(3), Andrea Lütz 5, Sólrun Krosslá 5, Gurið Mortensen 3, Rannvá Augusttinussen 2, Margreth Augustinussen 2, Eyðbritt Krosslá 2, Maria Winther 1

Neistin: Inga F. Danberg 6(1), Annika Thomsen 5(1), Bjørg Patursson 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1

Brotskøst: VB 4, Neistin 6

Útvísingar: VB 3, Neistin 4

Dómarar úr Tjaldur: Dánjal Hansen og Kári Hansen