VB nýggjan leikara

Kvinnuliðið hjá VB hevur fingið styrk, veit Suðurrás at siga í dag.

 

VB hevur gjørt sáttmála við Sanja Pajić, sum er úr Bosnia og Herzegovina.

 

Sanja er 20 ára gomul og spælir á bakkinum/á miðjuni.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Sanja spælt í Týskland, men eftir ársskiftið verður hon at síggja á vøllinum saman við VB-kvinnunum.