VB samband við ovaru helvt

Tað var ein dystur millum sjeynda og áttanda pláss, tá VB og EB/Streymur brustu saman suðuri á Eiðinum. VB vann dystin sannførandi, og hava teir enn samband við ovaru helvt. Hóast góð úrslit seinastu tíðina telist EB/Streymur enn millum botnliðini

Eftir dystin á Eiðinum sunnudagin er stigatalvan í 1. deild býtt sundur í tvey, tí VB við sigri megnaði at leggja sjógv millum seg og botnin í føroysku 1. deild. Fimm stig eru nú millum VB á sjeynda og EB/Streym á áttanda plássi, og í Vági draga tey óivað andan lættari eftir sannførandi 3-0 sigurin á sundalagsmonnum.

VB avgjørdi í fyrra hálvleiki
VB fekk fyrsta málið eftir eitt korter, og var tað eitt heldur tilvildarligt mál. Leikandi venjarin Marek Wiercbicki skeyt fríspark uppá mál, men bólturin tók í EB/Streym spælara og snýtti Gunnar á Steig í málinun, og so var 1-0 til VB.
Fáir málmøguleikar vóru í fyrra hálvleiki, og liðini tóktust hava trupulleikar at spæla seg fram til vandamiklar støður. VB hevði tó yvirvág í spælinum, og var bólturin mest á hálvuni hjá EB/Streymi.
Seint í seinna hálvleiki bragdaði aftur í hjá vágbingum, tá nýklakti landsliðsleikarin Palli Augustinussen legði VB á odda 2-0, og eftir hetta var greitt, at tað fór at vera torført hjá sundalagsmonnum at fáa stig við sær norður um fjørðin. Eftir góðar eitt-tvey kombinatiónir gjørdist Palli leysur og fekk fulla úrtøku burturúr góða VB álopinum.
EB/Streymur hevði onkra royndina at minka um munin móti endanum av fyrra hálvleiki, men sum sagt spurdist einki burturúr. Lyklaleikarin hjá EB/Streymi, Ronnie Samuelsen, royndi seg við onkrum skoti, meðan Vinjard Dam eisini hevði onkran hálvan møguleika, men ikki bar til. 2-0 var sostatt hálvleiksstøðan á Eiðinum.

EB/Streymur hótti ongantíð
Í seinna hálvleiki noyddist EB/Streymur veruliga at satsa og leggja trýst á VB málið, um teir skuldu fáa stig burturúr dystinum, men hetta megnaðu teir ongantíð. Hóast teir høvdu nógv spæl og hildu væl uppá bóltin, vóru teir ongantíð vandamiklir, og Bjarni Johansen í VB málinum fekk ongantíð roynt síni málmansevnir.
Í staðin var tað VB, sum fekk triðja málið seint í seinna hálvleiki, og um dysturin ikki var avgjørdur frammanundan, varð VB sigurin nú sligin fastur við tólv tumma seymi. VB tók eitt skjótt fríspark, og meðan EB/Streymur verjan als ikki var til reiðar, kundi Nenad Zivanovic ótarnaður leggja VB á odda 3-0, og somuleiðis vóru tey trý kærkomnu VB stigini eisini fingin til høldar.

Liðini hvør sín veg
Hóast EB/Streymur hevur havt góð úrslit seinastu tíðina, og hóast teir við tíggju stigum ikki eru í beinleiðis niðurflytingarvanda, eru teir enn at roknað sum eitt botnlið. Undan dystinum høvdu teir møguleikan at hótta VB á sjeynda plássi, um teir vunnu dystin, men í staðin er lopi nú fimm stig upp til VB.
VB fekk harafturímóti við sigrinum samband við betru helvtina, og fóru liðini sostatt hvør sín veg á stigatalvuni. Hóast FM heitið er nakað fjart hjá VB, kunnu teir enn røkkað Europa Cup luttøku, men so skal gangast væl í hond hjá Marek og hansara monnum.