VB smoygdi sær fram við

Kyndil-VB 25-26 (22-22)(11-8):

Kyndil var um reppi at endurtaka sigurin á VB í fjórðingsfinaluni, men mátti tó evstu løtu boyggja seg

 

Coca-Cola kappingin ? kvinnur


Eina viku eftir, at tær brádliga vundu burtur úr VB, hevði Kyndil aftur vitjan úr Vági. Hesa ferð var talan um fjórðingsfinalu í steypakappingini, og sjálvandi vóru vónirnar hjá Kyndli góðar.

VB hevur als ikki verið sannførandi í seinastuni, og eftir fleiri keðilig tap í landskappingini, hevði steypakappingin tí nógv at siga, soleiðis at okkurt gott kann fáast burtur úr árinum kortini.


Líktist endurtøku

Tað var tó leingi líkt til, at tað skuldi eydanast Kyndli at endurtaka sigurin á VB, tí eftir eina javna byrjan, so var tað Kyndil, sum var á odda. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vunnu tær seg fýra mál fram um gestirnar, og síðani var bara at halda fast um hesa.

VB royndi tó at stríðast, og tær fingu minkað um munin, men leingi var líkt til, at so skuldi tað heldur ikki gerast til meira, tí heimaliðið var alla tíðina eitt ella tvey mál frammanfyri. Ikki fyrr enn seinasta málið í vanligu leiktíðini varð skotið, eydnaðiast VB at koma upp á javnt, soleiðis at tær fingu tvær ferðir fimm minuttir eyka at spæla í.

Her var tó eisini líkt til, at tað skuldi gerast Kyndil, men í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini bragdaði endiliga. Við teimum báðum seinastu málunum í dystinum smoygdi VB sær framum, og hava tær framvegis møguleikan at koma í steypafinaluna triðija árið á rað.

Hjá Kyndli mundi hetta vera beiskur biti, nú tær tykjast at hava funnið rætta spælið framaftur. Ikki minst tí hetta er annað árið á rað, at tær tapa tepurt í fjórðingsfinaluni.

Tað skerst tó ikki burtur, at seinastu dystirnir hava gjørt hondbóltsspælið meira hugaligt hjá teimum grønu, og so er spurningurin bara, hvussu tær fáa størstu gleðina av hesum í endaspælinum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Annika Ljósstein 8(5), Lotte Sørensen 7(2), Anha Johannesen 5, Palma Petersen 3, Ann Hansen 1, Rakul Joensen 1

VB: Gabriella Fekete 9(3), Gurið Mortensen 7, Sólrun Krosslá 6, Jensia Petersen 1, Durita Rouch 1, Eyðbritt Krosslá 1, Regina Radó 1

Brotskøst: Kyndil 8, VB 5

Útvísingar: Kyndil 3, VB 2

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg & Ragnar Simonsen