VB/Sumba trý stig á Svangaskarði

VB/Sumba var favorittur, og suðuroyingarnir gjørdu tað á Svangaskarði, sum tað ivaleyst varð roknað við, at teir skuldu megna ímóti teimum næstbestu hjá VB/Sumba.

Kári í Lágabø setti hol á, tá ið hann sendi hornaspark beinleiðis í málið, og hini bæði VB/Sumba málini átti vindurin eisini sín lut í. Teitur Tausen økti til 2-0, tá ið innlegg frá honum fór beinleiðis í netið, og Suni úr Hørg stútaði eftir horna til 3-0 miðskeiðis í 1. hálvleiki. VB/Sumba hevði tríggjar aðrar risa møguleikar, sum áttu betri uppiborið.

B68 skoraði eitt mál undan vindinum. Tað var Óli Olsen, sum pyntaði um fyri heimaliðið, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin.