Fótbóltur
B36 var illa fyri, tá teir leygardagin leitaðu sær til Vágs at spæla stevnudyst. Fleiri spælarar manglaðu har imillum Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen. Hetta var ov nógv til, at B36 veruliga kundi hóttað heimaliðið, sum kanska spældi betri enn longi sæð, hóast talan ongantíð gjørdist um skjótt og gott spæl. Ikki tí, B36 hevði bóltin minst líka nógv sum VB, men teir megnaðu ikki at spæla seg fram til teir upplagdu møguleikarnar.
Tað var lítil ferð yvir dystinum, og tað mest lívliga sum hendi, var kanska kanónsløgini frá kátu áskoðarunum hjá heimaliðnum, eftir at VB var komið framum.
Ikki nógv at bjóða uppá
Fyrstu løtuna av dystinum royndi B36 at loypa á langt frammi á vøllinum. Teir trýstu vágbingar aftur á vøllin, men hóast ongin veruligur málmøguleiki spurdist burturúr hesum, so fekk ein varhugan av, at B36 ætlaði sær øll trý stigini.
Men henda fyrsta løtan við trýsti, var alt sum B36 hevði at bjóða uppá. Sum fyrri hálvleikur leið, kom VB fyri seg, og við einum vælspælandi Tórður Holm og Marek Wirezbicki á miðvøllinum, settu teir seg meira og meira á dystin.
Tí var tað sum so í lagi at VB kom á odda, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. VB fekk eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin í vinstru síðu. Marek tók hetta frísparkið skjótt, Robert Cieslewicz rann móti bóltinum og setti tánna á so bólturin fór í mál. Hetta líktist einari frísparkkombinatión sum var fyrireikað.
Hetta málið gav VB-leikarunum blóð á tonnina, og gjørdist teir meir ágrýtnir. Samstundis var B36 meira og meira sjáldsamur gestur í brotsteiginum hjá heimaliðnum.
VB fekk næstu løtuna nakrar góðar royndir móti málinum hjá B36, og millum annað komu Robert og Marek báðir nær við skotroyndum..
B36 hevði ein góðan møguleika móti endanum av fyrra hálvleiki, og bólturin fór eisini í mál. Tað var, tá Bárður Mortanson eftir innlegg úr høgru síðu, sá út til at seta høvdið á bóltin. Dómarin og linjuverjin sóu tó nakað annað, og góvu Bárður gula kortið fyri at brúka hondina.
Fáir málmøguleikar
Seinni hálvleikur var bert eina lítla løtu gamal, so fekk VB sítt næsta mál. Marek Wirezbicki fekk eina fríspæling uttalaga í brotsteiginum í høgru síðu. Málmaðurin kom út móti honum, og so kundi Marek lyfta bóltin uppum málmannin og inn í tóma málið.
Hetta málið tók luftina úr B36, og VB kundi nú leggja dent á at verja leiðsluna, sum tóktist rættiliga trygg.
Tað førdi við sær, at leikferðin bleiv enn minni og tað mesta gekk fyri seg við nógvum smáspælið millum brotsteigarnar. Tí blivu ógvuliga fáir málmøguleikar í seinna hálvleiki.
VB fekk møguleika at avgera dystin, tá Robert Cieslewicz gjørdist leysur inni í brotsteiginum hjá B36. Men í staðin fyri at skjóta sjálvur, spældi hann tvørturum til ein annan VB-leikara, sum hevði tveir B36-leikarar rundan um seg og so var tann vandin av fyri B36.
Spenningur í aftur
Mestsum burtur úr ongum, kom spenningur aftur í dystin, tá tað manglaðu okkurt um 10 minuttir. Ein bóltur bleiv sendur úr høgru síðu inn í brotsteigin hjá VB, har John Petersen verður koyrdur um koll og dómarin dømdi brotspark. Hetta setti Egil Zachariassen trygt í mál.
Sjálvt um tað manglaðu nakrir minuttir, so megnaði B36 ikki at hótta heimaliðið tað sum eftir var.
Dysturin gav ábending um, at framgongd er í spælinum hjá VB, men hóast hetta so megnar liðið framvegis ikki at skapa nóg nógvar málmøguleikar. Samstundis so sær út til, at hópurin hjá B36 hevur trupult at klára, at eini tveir lyklaleikarar eru burtur.
Dysturin í tølum:
VB-B36 2-1(1-0)
1-0: Robert Cieslewicz, 20
2-0: Marek Wirezbicki, 47
2-1: Egil Zachariassen (br.), 85
Dómari: Dagfinn Olsen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Maichael í Lágabø, Jón Gærdbo, Merek Wierzbicki, Mortan úr Hørg ? Robert Cieslewicz, Nenad Zivanovic
B36: Rene Tórgarð - Fróði Clementsen, Egil Zacahariasen, Arnbjørn Danielsen ? Heini í Skorini, Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Julian Florescu, Magni á Lakjuni ? Bárður Mortansson, John Petersen