VB við væl uppløgdum venjara á odda vann á móðum GÍ-liði

Fótbóltur: Vágbingar vunnu uppiborið á einum GÍ-liði, sum serliga í seinna hálvleiki var merkt av Europa Cup-dystinum bert tveir dagar frammanundan

Endaspurturin hjá GÍ, sum vit tosaðu um í blaðnum fyri tveimum vikum síðani, steðgaði upp, áðrenn hann veruliga var komin í gongd.

Fyri tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við at vinna 5-1 á NSÍ, men so fingu teir bert javnleik á heimavølli móti B68, og leygardagin taptu teir 1-3 móti VB.

VB var betra liðið í dystinum, men tað vóru eisini fleiri orsøkir til, at GÍ formáddi sær so lítið, sum teir gjørdu vesturi á Eiðinum leygardagin.

Fyri tað fyrsta var tað eyðsæð, at Europa Cup-dysturin frá hóskvøldinum framvegis sat í beinunum hjá GÍ-arunum, sum ikki fóru suður fyrr enn fyrrapartin leygardagin. Og harafturat settu gøtumenn sjálvir VB í gongd við eini reinari forering longu í fyrsta minutti av dystinum.

Vágbingar byrjaðu dystin, men mistu beinanvegin til GÍ, og bólturin endaði hjá Magna Jarnskor. GÍ-liðskiparin skuldi spæla tvørturum til Poul Ennigarð, men bólturin endaði beint hjá púra leysa leikandi VB-venjaranum Krzystof Popczynski, sum takkaði fyri og skoraði til 1-0.

Treytirnar hjá GÍ vóru greiðar. Teir máttu vinna dystin fyri at fylgja við oddaliðunum, og nú VB kom á odda beinanvegin, noyddust gøtumenn fram á vøllin.

Men tað gekk ikki so væl at koma fram at nøkrum serligum málmøguleikum. Nærmast við var GÍ, tá Magni Jarnskor royndi seg langt útifrá, men mál fingu teir ikki.

Heimaliðið megnaði heldur ikki at skora meir í fyrra hálvleiki, og sostatt endaði hálvleikurin 1-0 til VB.


Meira undirhald

eftir steðgin

Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur meira undirhaldandi, og nú komu eisini trý mál afturat. VB fór upp á 2-0, tá Krzystof Popczynski (styrkir munandi um VB-liðið) spældi Jón Paula Olsen leysan, og hann gjørdi sítt áttanda mál í landskappingini.

Nú var leyst í GÍ-verjuni, og 2-0 bleiv til 3-0, tá John Eystberg stríddi seg til bóltin á miðjuni og sendi venjaran hjá sær avstað, og einsamallur við Sunvardi Joensen kundi Popczynski uttan trupulleikar sláa VB-sigurin fastan.

Ein tann mest positivi luturin hjá GÍ í ár hevur verið blaðungi Súni Olsen, sum hevur gjørt vart við seg úti í vinstru síðuni. Hóskvøldið skoraði hann langt úti frá móti Budapest-liðnum, og leygardagin mundi hann endurtikið bragdið úr nøkulunda sama staðið, tá hann staddur heilt úti í vinstra borði eini 30 metrar úti smekkaði til móti VB-málinum (hesu ferð líktist tað meira einum skoti enn tað gjørdi á Svangaskarði). Skotið snýtti fullkomiliga Bjarna Johansen, men bólturin fór niður í vøllin og á stongina. Henning Jarnskor fylgdi væl upp og lameteraði ripostin upp í málhornið.

Men málið fekk ongan veruligan týdning, tí tíðin var longu gingin undan, og tá Bergur Magnussen bríkslaði fyri seinastu ferð, kundi VB-ararnir fegnast um at hava vunnið 3-1. Í seinna hálvleiki høvdu teir enntá havt fleiri aðrar stórar møguleikar, millum annað ta Jón Pauli Olsen var einsamallur við Sunvardi, men putlaðist ov leingi og ikki megnaði at sleppa framvið honum.

Men VB-sigurin var ongantíð veruliga í vanda, eftir at teir vóru komnir upp á 2-0, og tá samanumkom, kundu gøtumenn fegnast um, at munurin ikki var størri. Nú er tað eisini endaliga staðfest, at VB eisini spælir í 1. deild komandi ár. Níggju stig eru niður til næstniðasta liðið, og við dagsforminum, sum Sumba og TB hava í løtuni, eru vágbingar tryggir.


Strævin vika

fyri framman

Gøtumenn hava framvegis Europa Cup at satsa uppá, og tað má sigast at verða ein løgin kensla, um tað nú skuldi hent, at GÍ ikki verður eitt av europeisku umboðunum hjá Føroyum komandi ár. Men GÍ-liðið hevur verið óstøðugt í ár, og sum nú er, eru fýra stig upp til NSÍ, sum í løtuni liggur til at fáa føroyska plássið í Intertoto-kappingini komandi ár.

Dystarskráin hjá GÍ næstu tvær vikurnar sær heldur ikki so tespilig út: Komandi sunnudagin spæla teir á heimavølli móti HB, og beint eftir tað gongur leiðin til Ungarn, har teir hóskvøldið skulu spæla returdyst móti MTK Budapest. GÍ-ferðalagið verður ikki heima í Føroyum aftur fyrr enn leygardagin, og sunnudagin skulu teir til Klaksvíkar at spæla móti KÍ. Roknast kann við, at gøtumenn fara at royna at fáa henda dystin útsettan, men um tað ikki eydnast, kunnu GÍ-leikararnir síggja fram til eina sera strævna viku.