Kvinnuhondbóltur
Hesum syrgdu vágbingarnir fyri, tá tær annan dagin á rað dystaðust ímóti Kyndli.
Fyrri dysturin millum liðini endaði sum kunnugt við einum tryggum heimasigri, og fyrstu løtuna sunnudagin nýtti VB tyil at staðfesta, at Kyndil skuldi ikki vænta sær nakað sum helst burtur úr drúgva hondbóltsvikuskiftinum.
Eftir nakrar heldur tamar fyrstu minuttir, setti VB snøgt sagt turboløðaran til, og so var ikki so nógv, sum Kyndil kundi gera, til tess at steðga VB. Í teimum trimum útlendsku leikarunum hevur liðið kanska nakrar av bestu leikarunum í føroysku kappinginil, men umframt hesar tykist sjálvsálitið hjá heimligu leikarunum at vaksa fyri hvønn dyst, sum gongur, og tað gav eisini at bíta hesaferð.
Sleptu bert eina løtu
Tað var tó um reppið, at tað eydnaðist Kyndli at koma aftur í dystin. Eftir ógvusligu byrjanina hildu tær á heimaliðnum helst, at nú var sigurin longu tryggjaður, og so gekk tað, sum tað so ofta ger. Munurin á einum hondbóltsvølli er sjáldan størri enn so, at liðini alla tíðina mugu geva seg fult út, og eina løtu tóktist hesin veruleikin at skula kosta VB dýrt.
Við fimm málum á rað togaði Kyndil seg aftur í dystin, men so gekk heldur ikki meira. Hóast møguleikarnir vóru til staðar, so spurdist einki burturúr, og hetta mundi taka seinastu trúnna frá gestunum. Eisini hóast hálvur tími enn var eftir at leika.
Og i seinna hálvleiki kundi VB so av álvara fara undir at staðfesta sigurin. Snøgt sagt, so megnaði Kyndil ikki at skapa neyðuga spenningin í aftur. Stútt og støðugt økti heimaliðið um leiðsluna, soleiðis at tær at enda vunnu ein tryggan sigur.
Vinna grundspælið
Sum sagt, so inniber sigurin, at VB í øllum førum hevur tryggjað sær, at einki lið fær fleiri stig enn tær í grundspælinum. Nú tær hava leikt níggju dystir, hava tær 16 stig, og hetta er sama stigatal, sum VÍF kann røkka.
Enn hevur liðið tríggjar dystir eftir, men hesir eru allir á útivølli, og tí er langt ífrá víst, at talan verður um fulla úrtøku. Ikki minst kann dysturin í Vestmanna gerast tungur, men tað er tó ilt at ímynda sær, at VB einki skal fáa burtur úr hesum trimum útferðunum.
Kyndil hevur hinvegin enn til góðar at staðfesta seg sum eitt av teimum liðunum, sum roknast skal við í oddinum. Avrikini hjá liðnum hava langt ífrá verið merkt av tí støðufesti, sum skal til, um tlaan skal gerast um topplásering, men eitt nú hava sigrarnir á VÍF víst, at liðið so avgjørt ikki er heilt uttan evni. Hesi evni skulu tó prógvast hvørja ferð, um liðið skal gera sær vón um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 28-18 (13-8)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 10(1), Reda Kurkaskiene 5(1), Guðrið Mortensen 3, Arnelyg Hjelm 3, Eyðbritt Krosslá 2, Anja Magnussen 2, Laila Jespersen 2, Eyðdis Kjærbo 1
Kyndil: Lotte Sørensen 6(3), Annika Ljósstein 4, Ann Mari Vang 3, Annika Thomsen 2, Iliana Manolescu 2, Marjun Tróndarson 1
Brotskøst: VB 3 ,Kyndil 6
Útvísingar: VB 3, Kyndil 3
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon.