Veðrabóndi í fullveldismálum

Helgi Abrahamsen

Eg síggi, at Høgni Hoydal í eini blaðgrein bjóðar mær eitt turt veðrakrov í heyst, um eg kann prógva tað sum eg, í blaðgreinum hesa seinastu vikuna, havi sagt um blokkniðurskurðin.

Sigast má, at mong undarlig vápn verða nýtt í almenna kjakinum, men hetta er tað løgnasta, eg havi upplivað higartil. Sjálvur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum bjóðar mær kjøt afturfyri, um eg vil gevast við at minna føroyingar á, hvussu nógv blokkniðurskurðurin hevur kostað teimum.

Eg vísti í blaðgreinini leygardagin á, hvussu nógv hetta hevur kostað síðani 2002, og hvat tað gevur fyri hvønn pensjonist í landinum, og nú snarar Høgni kjakinum til at vera ein spurning um eg skal hava kjøt í heyst ella ikki. Hatta er for langt úti Høgni!

Halt teg til evnið
Eftir hondini kenni eg skrivingarlagið hjá Høgna somikið væl, at eg veit, at endamálið hjá honum er at leggja mær orð í munnin, fyri at lýsa meg sum ein ótrúðverdugan lygnara, men so skrivar hann eisini nøkur pen orð um meg innímillum, fyri at hetta ikki skal síggja alt ov skitið út. Síðani verður greinin krydda við øllum møguligum øðrum evnum, fyri at leiða kjakið burtur frá teimum píniligu spurninginum um blokkniðurskurðin.

Men eg ætli mær ikki at spæla við í hesum sjónleikinum. Nógv kundi verið sagt um øll hasi evnini, sum hann roynir at draga inn í kjakið, men tey sleppa øll at liggja á hesum sinni. Tí Høgni kann ikki koma burtur frá, at blokkstuðulin er lækkaður við 366 mió. krónum um árið (eina millión um dagin), og at hetta eftir hálvum fjóra ári svarar til 213.500 krónur í part fyri hvønn av landsins 6.000 pensjónistum. Og hann má vera sera gloymskur, um hann ikki minnist, at hann í 1998 segði at blokkstuðulin fíggjaði onga vælferð í Føroyum. - Sera gloymskur!

Lætt at prógva
Í 1998 var talan ikki bara um at skerja 366 mió. krónur av blokkstuðlinum. Nei tá skuldi ALLUR blokkurin vekk, umframt aðrar veitingar frá ríkinum, sum liggja uttanfyri blokkin. Og hetta skuldi gerast eftir 6 - 8 árum. Eg fari í tí sambandi at minna á, at árið í ár er tað sjeynda árið síðani 1998, so tað skuldi vera longu í seinasta lagi næsta ár, at ein milliard afturat skuldi burtur úr føroyska búskapinum (167.000 krónur afturat fyri hvønn pensjónist í landinum). Og hetta skuldi ikki ganga útyvir vælferðina hjá nøkrum.

Um eg kann prógva hetta? Ja tað kann eg. Høgni kann til dømis leita fram Dimmalætting frá 17. apríl 1998. Har er ein grein, sum kallast "Soleiðis fíggja vit loysingina". Greinskrivari er Høgni Hoydal sjálvur. Í hesi greinini sigur hann millum annað, at blokkurin rindar ikki longur fyri nakra vælferð í Føroyum, men at vit gjalda hana sjálvi. Eisini sigur hann:" Tað politiska høvuðsendamálið hjá Tjóðveldisflokkinum er greitt: Skiftisskipanin skal ikki minka um vælferðina hjá tí vanliga føroyinginum."

Men í greinini mikukvøldið sigur Høgni Hoydal soleiðis: "Helgi roynir í grein í bløðunum at endurtaka tey so ofta søgdu ósannindi, at undirritaði og Tjóðveldisflokkurin hava sagt, at niðurskurðurin av blokkstuðlinum fekk ongar avleiðingar".

Við at samanbera hesi bæði brotini, kann hvør einstakur lesari taka støðu til, hvør av okkum sigur satt.

Vísir ongum aftur
Eg legði annars til merkis, at Høgni í "veðragreinini" ikki vísti so mikið sum einum pástandi hjá mær aftur. Hann gjørdi í "mánakvøldsbløðunum" gjøldur burturúr roknistykkinum hjá mær, og tí bjóðaði eg honum at koma við rættingum, um hann var komin til annað úrslit, men har kom eingin rætting. Eg gangi tí út frá, at hann, langt um leingi, er komin til sama úrslit sum eg. (at blokkniðurskurðurin higartil hevur kostað 213.500 krónur fyri hvønn pansjónist í landinum,).

Landskassin hevur bara tvær høvuðsinntøkukeldur (blokkstuðulin, og pengar sum á ein ella annan hátt hava sín uppruna í fiskivinnuni). Tá fiskivinnan svíkur, sum hon tíverri ofta ger, so er bara ein inntøkukelda eftir, og henni ætlaðu teir at forkoma, uttan at teir høvdu nakað annað at seta ístaðin. Hetta fær hvørki Høgni ella nakar annar meg at tiga burtur - um eg so fái tríggjar veðrar afturfyri.

Eitt veðrakrov til Høgna Hoydal, um hann mótprógvar míni orð
Hetta við at lova politiskum pennavinum gávur, man vera nýtt fyribrigdi í føroyskari blaðskriving. Men eg skal tó lova Høgna, at eg skal senda honum veðrin aftur, um hann klárar at
 mótprógva at 366 mió ferðir 3_ er 1.281 mió.
 ella mótprógva at 1.281 mió. krónur býttar millum 6.000 pensjónistar geva 213.500 krónur í part.
 ella mótprógva at hann í Dimmalætting í apríl 1998 segði, at skiftisskipanin skuldi ikki minka um vælferðina hjá tí vanliga føroyinginum.
 ella mótprógva, at tað var undir heimastýrisskipanini, at Føroyar reistu seg aftur eftir kreppuna.
 ella mótprógva, at Føroyar fingu fleiri milliardir í blokkstuðli tey árini, meðan vit reistu okkum eftir kreppuna.
 ella mótprógva, at alternativa fíggjarlógaruppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum fyri 2004 hevði 100 mió. krónur í halli, hóast yvir 600 mió. krónur í blokkstuðli stóðu á inntøkusíðuni.
 ella mótprógva at tað sum undanfarna samgonga spardi upp í Landsbankanum var nógv minni enn tað sum Føroyar fingu í blokkstuðli í sama tíðarskeiði.
 ella mótprógva, at fullveldislandsstýrið hækkaði tingmannalønirnar í 1998.

Klárar hann ikki at mótprógva nøkrum av hesum, má tað takast sum prógv fyri, at alt sum eg segði í greinini týskvøldið var satt.

PS! Veðrakrovið kann sendast til adressuna: Heygsvegur 22, 490 Strendur.