Veðrið mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 13 og 16 stig.
Veðrið hósdagin:
Fleyr til gul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin milum 13 og 16 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Lot til andøvsgul av norði ella av ymsum ættum og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 8 og 12 stig.
í gjár:
Eitt lágtrýst, 985 hPa. sunnan fyri Ísland stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani fer um Føroyar týsnáttina.
í dag:
Lágtrýstið sunnan fyri Ísland stendur í stað og grynnist og lýggj luft rekur av suðri móti Føroyum.