-”Hvat sigur Petur Skeel um veðrið?” ella ”So bleiv sól, júst sum Petur Skeel lovaði”
Tá tosað verður um føroyska veðurlagið, er torført ikki at nevna Petur Skeel Jacobsen.
Hann er maðurin, sum seinastu mongu árini hevur greitt føroyingum frá, hvussu veðrið fer at hátta sær næstu dagarnar.
- Mær dámar ótrúliga væl at fylgja við, hvussu veðrið broytist gjøgnum dagin, og um tað samsvarar við tað, sum eg havi lisið út frá veðurkortunum. Viðhvørt passar ikki, og hóast eg altíð fái nógvar viðmerkingar um veðrið, havi eg ongantíð upplivað, at fólk eru blivin irriterað ella ill við meg, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum hvønn gerandisdag fer til arbeiðis eina løtu í Miðlahúsinum, har hann ger veðrið til Sosialin og tíðindasendingarnar á Rás2.
Hóast sín høga aldur, hevur hann ongar ætlanir um at gevast sum veðurfrøðingur.
- Eg tími tað væl enn, og eg finni neyvan nakað nú, sum mær hevði dámt líka væl, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Hugdi altíð eftir luftini
Áhugin fyri veðrinum stavar frá heilt ungum árum. Longu sum smádrongur fylgdi hann væl við veðrinum og dugdi ofta at siga, hvussu veðrið fór at verða tann dagin.
- Eg minnist væl, tá vit hoyggjaðu í Kaldbak. Eg havi ikki verið konfirmeraður, og longu tá plagdi eg at hyggja at luftini tíðliga um morgunin, og segði við hoyfólki, at vit máttu hoyggja fyrrapartin, tí aftan á middag fór at regna. Eg hevði sum oftast rætt, og eg haldi, at tað var har tað heila longu byrjaði, sigur Petur Skeel Jacobsen, ið flutti til Kaldbak sum seks ára gamal og er uppvaksin har.
Hann vísir á, at tað tó ongantíð var hansara dreingjadreymur at gerast veðurfrøðingur.
- Áhugin var altíð har, men eg visti ikki sum smádrongur at til bara at útbúgva seg innan veður og vind, fortelur Petur Skeel Jacobsen, ið sum 23 ára gamal fyrstu ferð fekk arbeiði á eini veðurstøð.
- Tað var í 1948. Tá byrjaði ein danskari eina veðurstøð á Skansanum í Havn, og eg tonkti, at hatta arbeiðið kundi eg hugsað mær. Eg arbeiddi annars á Gjaldsstovuni áðrenn tað, men hóast eg fór á nýggju veðurstøðina, var eg av og á eisini á Gjaldsstovuni og hjálpti eitt sindur til, serliga tá eykaskattur kom, fortelur Petur Skeel Jacobsen.
Eftir eina tíð á Skansanum fór hann á veðurstøðina, ið lá niðast á Svaldbardsgøtu, har hann starvaðist í nøkur ár.
Speakari hjá DR
Eftir at hava drigist við tuberklar eina tíð, fór Petur Skeel Jacobsen í 1962 til Danmarkar, tí nú søkti Danmarks Meteorologiske Insitut eftir fólki.
- Eg fekk alt fyri eitt arbeiði hjá DMI, og har lærdi eg eina rúgvu. Eisini fór eg tá undir at útbúgva meg veðurfrøðing, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum í 1970 fekk prógvið sum veðurfrøðingur.
Tá prógvið var komið í hús, helt føroyski veðurmaðurin fram við at arbeiða hjá Danmarks Meteorologiske Institut. Ein partur av arbeiðinum var at lesa veðurtíðindini fyri Danmarks Radio. At vera speakari dámdi honum væl.
- Eg plagdi rættiliga ofta at lesa veðurtíðindini um morgunin, á middegi og um kvøldið. Tey søgdu, at eg dugdi væl at speaka, ja onkur vildi vera við, at eg var tann besti, men tað veit eg nú ikki. Tað gekk í hvusssu so er væl, heldur Petur Skeel skemtiliga fyri.
Eftir at hava verið fleiri ár í Danmark kom Petur Skeel Jacobsen aftur til Føroya í 1989. Hetta var í sambandi við, at tað vóru 50 ár liðin, síðani at tey vóru fleiri, ið vóru konfirmerað, og nú skuldu tey hittast aftur.
- Fleiri søgdu tá við meg, at nú manglaði ein veðurmaður í Vágum, og at eg bara burdi komið upp at arbeitt. Men eg visti einki um, at nakað starv var tøkt í Vágum, fortelir Petur Skeel Jacobsen, ið tó fekk eina uppringin, beint eftir at hann var komin niður aftur til Danmarkar.
- Stjórin á DMI ringdi til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at verða útsendur til Føroya sum veðurfrøðingur og arbeiða á veðurstøðini í Vágum. Tað tímdi eg væl, og tað bleiv so avtalað, at eg skuldi arbeiða har vestri í eitt ár í fyrstu atløgu.
Bleiv verðandi
Á veðurstøðini í Vágum syrgdi Petur Skeel Jacobsen fyri at gera veðurtíðindini fyri føroyar og serliga flúgvingina. Seinni fekk hann starv hjá Vaktar- og bjargingartænastuni hjá Ziskason, og har arbeiddi hann líka til hann varð 70 ára gamal. Hóast hann gavst tá vegna aldur, kom hann ikki at sita hendur í favn.
- Tá fekk eg eina rúgvu at takast við. Sama mánað, sum eg gavst, fekk eg bjóðað at vera sensor á Sjómansskúlanum, og árið eftir bóðu tey meg gera uppgávur saman við øðrum lærarum til skipasførararnar. Tað tókst eg so við, til eg var 80 ár, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum tó ikki varð arbeiðsleysur.
Mitt í 90unum byrjaði hann at gera veðurtíðindini til Sosialin, og tað ger hann framvegis.
- Eg hitti Jan Müller, táverandi blaðstjóran, umborð á Rituni á veg út til Nólsoyar á ovastevnu. Hann spurdi meg, um eg kundi hjálpa við veðurtíðindunum á Sosialinum, og tað vildi eg fegin, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum eisini hevur lisið veðurtíðindini á Rás2, síðani útvarpsstøðin byrjaði í 2007.
Øll spyrja um veðrið
Sum veðurfrøðingur í Føroyum upplivir Petur Skeel Jacobsen, at rætiliga nógv fólk vita hvør hann er, og tískil spyrja hann um veðurvánir, líka mikið hvar hann er staddur.
- Føroyingar tosa nógv um veðrið, men tað haldi eg er nattúrligt, tí upp á mangar mátar eru vit rættiliga bundin at veðrinum. Tá fólk møta mær, er eitt tað fyrsta, tey ger,a at viðmerkja veðrið og spyrja hvussu næstu dagarnir fara at verða, sigur Petur Skeel Jacobsen og heldur fram:
- Serliga tá eg standi á flogvøllinum á veg til Danmarkar er ikki óvanligt, at fólk koma yvir til mín at spyrja, hvussu veðrið fer at verða á túrinum. Eg hyggi altíð eftir kortunum á netinum, áðrenn eg fari úr Havn í Vágar, og sostatt havi eg altíð kunnað meg um veðurvánirnar áðrenn, og plagi at kunna fortelja fólkunum, sum spyrja, hvussu veðrið fer at hátta sær á túrinum, fortelur Petur Skeel Jacobsen.
Hóast hann hevur gjørt forsagnir fyri føroyska veðrið í meir enn 40 ár, heldur hann tað framvegis vera eina avbjóðandi uppgávu.
- Tað er ikki bara sum at siga tað, tí veðrið í Føroyum er so ómetaliga skiftandi. Har eru fleiri faktorar, tú mást taka hædd fyri, tí veðrið er ótrúliga ymiskt, alt eftir hvar í landinum, tú ert. Tað kann vera summar og sól eina staðni, meðan mjørki og regn er eina aðra staðni í landinum. Men hasum finnur mann útav, tá mann hevur fingist við veðurforsagnir í drúgva tíð, sigur Petur Skeel Jacobsen og leggur afturat:
- Tað kemur fyri, at veðurforsøgnin ikki passar, men tað fái eg ikki gjørt nógv við. Eg fái ikki broytt veðrið.