Tað kom sum ein hvøkkur fyri rættiliga mong, og ikki minst føroysku landsliðsvenjararnar, at veddingarfyritøkur høvdu føroyska U21 landsliðið sum stóran favoritt til at vinna fyrsta dystin í U21 HM-endaspælinum hondbólti í Algeria, sum var ímóti Chile.
Føroyska U21 landsliðið livdi tó upp til favorittstøðuna, og vann 31-28 (14-12) á Chile.
Men Føroyar eru alt annað enn favorittur til at vinna annan dystin í HM-kappingini, sum verður leiktur ímóti Suðurkorea, hóskvøldið klokkan 20. Ein dystur, sum Tróndur Arge fer at siga frá á Rás2.
Fýra veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin millum Føroyar og Suðurkorea, og tær eru allar meir ella minni ivaleysar í, at Suðurkorea vinnur á Føroyum. Hægsta oddsið uppá suðurkoreanskan sigur ímóti Føroyum er 1,11. Lægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 6,50.
Venjararnir hjá føroyska liðnum, Sonni Larsen og Ingi Olsen sleppa undan at hugsa um favorittstøðuna hesaferð. Nakað teir ikki trivust so væl við, tá tað frættist frá veddingarfyritøkunum, at Føroyar vóru stórur favorittur at vinna á Chile, sum tað tíbetur eydnaðist at gera.
Fýra veddingarfyritøkur hava hesi oddsini uppá dystin millum Suðurkorea og Føroyar:
Suðurkorea-Føroyar | 1 | X | 2 | |
---|---|---|---|---|
1.11 | 16.00 | 6.50 | ||
1.07 | 13.97 | 7.83 | ||
1.10 | 16.00 | 6.80 | ||
1.09 | 15.50 | 8.75 |