Veddingarfyritøkurnar: Føroyar eru ein pinkalítil favorittur

Hóast Malta hevur heimavøll, og hevur havt eina góða gongd í seinastuni, so er heimaliðið ikki favorittur til Nations League dystin í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 er sannleikans tími hjá Malta og Føroyum á Ta´Qali leikvøllinum niðri á Malta.  Føroyar liggja nummar eitt við 11 stigum og málúrtøkuni 8-4, meðan Malta hevur 8 stiga øðrum plássi við málúrtøkuni 7-5.

Hóast Malta hevur havt eina sera jaliga gongd seinastu dystirnar við útisigri á Lettlandi og heimasigri 3-1 á Andorra, og hóast Malta hevur fingið vunnið tveir og leikt ein javnan dyst móti Føroyum tríggjar tær seinastu ferðirnar vit hava spælt á Malta, so hava 20 altjóða veddingarfyritøkur Føroyar sum ein lítlan favoritt til at vinna dystin í kvøld.

Lægstu oddsini uppá heimasigur til Malta eru 2,81, og hægstu oddsini uppá heimasigur til Malta eru 3,23.

Hægstu oddsini uppá útisigur til Føroyar eru 2,45, og lægstu oddsini uppá útisigur til Føroyar eru 2,33.

Oddsini uppá javnleik, ið er eitt úrslit vit væl og virðiliga kunnu brúka liggja millum 2,90 og 3,18, so lagt er upp til ein javnan dyst.

FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum. 

Veddingarfyritøkur: Malta-Føroyar1X2
10BET  3.15 3.10 2.40
188BET  3.05 2.95 2.40
1xBET  3.12 3.13 2.41
888sport  3.15 3.10 2.45
bet-at-home  3.10 3.00 2.39
bet365  3.10 3.10 2.37
Betclic  3.12 3.02 2.39
Betfair  3.10 3.00 2.40
Betsafe  3.10 3.10 2.35
Betsson  3.10 3.10 2.35
Betvictor  3.00 3.10 2.45
Betway  3.10 3.10 2.40
bwin  3.00 3.10 2.40
ComeOn  3.20 3.15 2.40
Interwetten  3.05 2.85 2.40
Pinnacle  3.23 3.18 2.45
SBOBET  2.81 2.90 2.33
Unibet  3.15 3.10 2.45
William Hill 3.003.002.45
youwin  3.00 3.05 2.40
Betfair Exchange  3.19 3.09 2.50
Gjøgnumsnitsodds:3.093.062.40