Veddingarfyritøkurnar hava Danmark sum risafavoritt

21 altjóða veddingarfyritøkur bjóða millum 16 og 26 í oddsum fyri føroyskan sigur í Herning í annaðkvøld

Fyri fjórðu ferð í søguni verður A-landsdystur millum Danmark og Føroyar, tá liðini dystast í Herning í Miðjútlandi í morgin klokkan 17.

Talan er um ein venjingardyst, men við tí søgu sum er millum londini er heilt fitt av prestisju knýtt at dystinum.

21 altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin, og hjá øllum 21 er eingin ivi um, at Danmark er risafavorittur til at vinna dystin.

Oddsini uppá sigur til Danmark liggja millum 1,11 og 1,14. 

Oddsini uppá sigur til Føroyar sveiggja rættiliga nógv, har tað lægsta er 16,0 og tað hægsta er 25,57.

Oddsini uppá javnleik liggja millum 5,61 og 8,98.

Oddsini hjá teimum 21 veddingarfyritøkunum eru hesi: 

VEDDINGARFYRITØKUR: Danmark-Føroyar1x2
10Bet  1.12 8.25 19.25
188BET  1.13 7.30 16.00
1xBet  1.13 8.00 22.00
888sport  1.14 8.00 21.00
bet-at-home  1.13 7.00 19.00
bet365  1.14 7.50 17.00
Betclic  1.13 7.25 20.00
Betfair  1.11 8.50 23.00
Betsafe  1.11 8.50 23.00
Betsson  1.11 8.50 23.00
BetVictor  1.12 8.00 21.00
Betway  1.13 7.50 21.00
bwin  1.14 7.50 17.00
ComeOn  1.12 8.50 20.50
Interwetten  1.15 8.00 21.00
Pinnacle  1.12 8.79 25.57
SBOBET  1.15 5.61 22.12
Unibet  1.14 8.00 21.00
William Hill  1.14 7.00 23.00
youwin  1.13 7.25 15.00
Betfair Exchange  1.14 8.98 23.80
Gjøgnumsnitsodds: 1.137.7520.52