Veddingarfyritøkurnar: Føroyar hava ongan møguleika móti Danmark

Aftur hesaferð vilja summar veddingafyritøkur ikki geva odds uppá sigur til mótstøðuliðið hjá Føroyum

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

Seinnapartin klokkan 16.15 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti Danmark í høllini á Hálsi í Havn.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 15.45. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Í fyrsta umfari vann Danmark 27-22 á Eysturríki á útivølli, og Føroyar taptu 19-26 fyri Rumenia á útivølli.

 

Aftur hesaferð eru altjóða veddingarfyritøkur, ið ikki vilja lata odds uppá ein sigur til mótstøðuliðið hjá Føroyum. Tað sama hendi undan dystinum móti Rumenia í farnu viku. 

 

Hinar veddingarfyritøkurnar sum "tora" at geva odds uppá ein sigur til Danmark á Føroyum lata bert 1,01 í oddsum fyri ein danskan sigur.

 

Oddsini uppá føroyska heimasigur sveiggja millum 15 og 31 í oddsum. Oddsini uppá javnleik liggja millum 21 og 34.

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Danmark  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   23.00 23.001.01
1xBet   31.00 30.00 
888sport  26.0029.00 
bet365   28.00 30.00 
BetVictor  15.0023.001.01
Betway   15.0021.001.01
bwin  15.0023.001.01
ComeOn   28.00 27.001.01
youwin  21.0034.001.01
Gjøgnumsnitsodds22.4426.671.01
Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo