Veddingarfyritøkurnar hava Rumenia sum ein lítlan favoritt

15 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein rumenskan sigur í høllini á Hálsi í annaðkvøld, men Rumenia er ikki so stórur favorittur sum teir hava verið onkuntíð fyrr

Í annaðkvøld klokkan 19 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, tá Rumenia verður mótstøðuliðið í EM-undankappingardysti í høllini á Hálsi í Havn.

 

Okkara menn hava einki stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar, og skulu vit knógva eitt pláss í EM-endaspælinum heim, so mugu stig á kontuna nú. Men tað fer eisini at krevja fullan stuðul frá heimafjøldini. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18. 

 

15 altjóða veddingarfyritøkur hava Rumenia sum favoritt, men talan er ikki um eina stóra favorittstøðu. 

 

Oddsini upp á útisigur til Rumenia liggja millum 1,56 og 1,73.

 

Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 2,70 og 2,95.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,65 og 10,00. 

 

Tá Føroyar møttu Rumenia í HM-undankappingardysti 12. januar í 2018 vóru gjøgnumsnitsoddsini upp á føroyskan sigur heili 13,62. Tá vóru gjøgnumsnitsoddsini upp á rumenskan sigur 1,03, so nógv er broytt upp á fimm ár. 

 

Í 2018 vann Rumenia 28-20 á Føroyum. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##