Klokkan 14 í morgin byrjar EM-undankappingardysturin millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Norðurmakedonia á leikvøllinum við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.
FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Tróndur Arge verður frásøgumaður. Øll hoyra FM1 á www.fm1.fo
Norðurmakedonia vann tepurt 2-1 á Føroyum á Tórsvølli 8. september í fjør, tá U21-landsliðini eisini vóru í sama EM-undankappingarbólki.
Norðurmakedonia er favorittur til at vinna dystin sambært altjóða veddingarfyritøkunum.
Oddsini uppá føroyskan heimasigur sveiggja millum 4,50 og 5,75, og oddsini uppá javnleik liggja millum 3,95 og 4,34.
Oddsini uppá makedoniskan útisigur liggja millum 1,53 og 1,61.
Veddingarfyritøkur | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10BET | 5.25 | 4.10 | 1.55 | ||
188BET | 4.55 | 4.15 | 1.57 | ||
1xBet | 5.10 | 4.34 | 1.59 | ||
888sport | 5.25 | 4.10 | 1.55 | ||
bet-at-home | 4.80 | 4.10 | 1.57 | ||
Betfair | 5.00 | 4.20 | 1.50 | ||
Betsafe | 5.00 | 4.00 | 1.62 | ||
Betsson | 5.00 | 4.00 | 1.62 | ||
Betway | 5.00 | 4.20 | 1.55 | ||
bwin | 4.75 | 4.25 | 1.53 | ||
ComeOn | 5.25 | 4.20 | 1.57 | ||
Interwetten | 4.90 | 4.00 | 1.57 | ||
Pinnacle | 5.49 | 4.07 | 1.61 | ||
SBOBET | 4.65 | 3.98 | 1.52 | ||
Unibet | 5.25 | 4.10 | 1.55 | ||
youwin | 4.50 | 4.20 | 1.50 | ||
Betfair Exchange | 5.75 | 3.95 | 1.55 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 4.98 | 4.12 | 1.56 |