Í kvøld klokkan 19 verður toppuppgerð í Meistaradeildini hjá monnum við Løkin í Runavík, tá NSÍ tekur móti KÍ.
Dysturin sæst á R5 hjá Televarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið í farnu viku vann NSÍ 4-2 aftaná longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð var NSÍ á odda 2-0. 13. mai vann KÍ í landskappingini 4-2 á NSÍ á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
NSÍ er fremst í deildini við 33 stigum. KÍ er nummar tvey við 30 stigum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru rættiliga jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar til ein KÍ-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 2,70 og 2,95.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,20 og 3,75.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 2,10 og 2,20.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












