Nú Copenhagen Jazz Festival í dag fer av bakkastokki fyri 47. ferð, so er Føroyahúsið á Vesturbrúgv við í skránni. Í Føroyahúsinum bjóða tey nevniliga inn til eitt serligt jazz-kvøld við føroyskum tónleiki, og hetta er fyrstu ferð, at Føroyahúsið roynir hetta.
Føroyska tiltakið verður mánadagin hin 6. juli.
At blíva partur av jazz-festivalinum var eitt tað fyrsta, Andrias Olsen setti sær fyri sum nýggjur leiðari í fjør. Og nú, eitt gott ár aftaná hann tók við, er tað blivið til veruleika.
– Tað er upplagt, at Føroyahúsið er partur av einum festivali sum hesum. Vit liggja jú so væl fyri mitt í Keypmannahavn, sigur hann.
##med2##
Copenhagen Jazz Festival er ein altjóða viðurkendur festivalur við umleið 1.000 konsertum á spælistøðum ymsastaðni í býnum.
– Tað góða við hesum er nettupp eisini, at føroyskir tónleikarar sleppa at framføra á einum altjóða palli. Tað er jú ein øgiliga væl vitjaður festivalur, ja í roynd og veru ein av størstu festivalum av sínum slag í Evropa, sigur Andrias Olsen.
Spennandi nøvn og ókeypis atgongd
Í nógvum førum kosta konsertirnar á Copenhagen Jazz Festival. Men ikki tær fýra konsertirnar í Føroyahúsinum.
– Vit hava fingið so nógvar góðar stuðlar, sum ger, at vit kunnu hava tiltakið ókeypis. So tað er bara at koma framvið, sigur leiðarin og vísir á, at øll eru vælkomin at lurta eftir føroyskum jazzi.
– Málbólkurin er øll, sum eru í býnum tá. Tað eru bæði danir og útlendsk ferðafólk, men vit vóna sjálvandi at fáa eina rúgvu av føroyskum gestum eisini, sigur hann.
Tey føroysku nøvnini, ið skulu spæla, eru: Katari, Tjant, SWAY og GØ.
Og sigast má, at hetta er nakað av tí besta innan føroyskan jazz í løtuni.
– Eg haldi, tað er so ekstremt spennandi at fáa júst hesar bólkarnar at framføra í Føroyahúsinum. Teir eru bæði aktuellir og dugnaligir, sigur Andrias Olsen.
##med3##
Fyrsta konsertin byrjar klokkan 17:15, og nógv verður gjørt burturúr inni í bláa húsinum á Vesturbrúgv hendan mánadagin.
– Vit fara at hava tveir pallar, sum bólkarnir spæla skiftivís á. Annar pallurin verður inni í húsinum, og hin verður uttanfyri í garðinum aftanfyri húsini, sigur Andrias Olsen, sum er spentur.
– Vit vilja vísa umheiminum, hvat Føroyar hava at bjóða uppá. Fyrst og fremst av góðum tónleiki. Men eisini av øðrum, ið umboðar Føroyar, tí í húsinum hongur eisini list, og her fæst føroyskur matur og drekka. So mann kann eisini uppliva onnur ting enn tónleik. Tað skal nokk blíva gott.
(Brot úr grein úr Sosialinum í síðstu viku)












