Veddingarfyritøkurnar hella til ein portugisiskan sigur á Føroyum

13 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á bólkafinaluna í HM-millumbólki 2 millum Portugal og Føroyar

Seinnapartin klokkan 14.45 spæla Portugal og Føroyar bólkafinalu í Hannover í millumbólki 2 í HM-endaspælinum fyri U21-manslandslið.

 

Bæði liðini hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar, og tí er talan um ein "ókeypis" dyst hjá báðum liðunum, har venjarararnir hjá báðum liðunum fáa høvið at brúka leikarar, ið ikki hava fingið so nógva spælitíð higartil.

 

Í fjórðingsfinaluni fara Føroyar og Portugal at møta Serbia, Íslandi ella Egyptalandi. Tað verður torfør mótstøða óannsæð hvørjum liði vit møta. 

 

Tá Føroyar møttu Spania í innleiðandi bólkaspælinum høvdu altjóða veddingarfyritøkur Spania sum ein greiðan favoritt. Tað tora tær ikki at endurtaka við Portugal.

 

Tær 13 veddingarfyritøkurnar hella tó til ein portugisiskan sigur, men talan er ikki um nakra stóra favorittstøðu.

 

Oddsini upp á portugisiskan sigur liggja millum 1,78 og 2,05.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,10 og 2,40, so tað liggur í kortunum, at tað verður ein javnur dystur í dag.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##