Klokkan 17.45 spælir KÍ seinasta heimadystin í bólki A í Europa Conference League á Tórsvølli.
Dysturin verður móti Slovan Bratislava, ið KÍ vann á uttan dyst í Korona-árinum 2020. KÍ tapti á útivølli 1-2 fyri Slovan í hesum bólkaspælinum.
Lille hevur átta stig, Slovan hevur sjey stig, KÍ hevur fýra stig og Ljubljana hevur trý stig. Tí má KÍ vinna á Slovan um klaksvíkingar skulu hava møguleika at vinna seg víðari úr bólkinum.
15 altjóða veddingarfyritøkur hella tó til ein sigur til Slovan.
Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 3,13.
Miðaloddsini upp á útisigur til Slovan Bratislava eru 2,15.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,52.
HER eru oddsini:
##med2##