Veddingarfyritøkurnar vænta ein javnan dyst í Chisinau

Her eru oddsini hjá 17 altjóða veddingarfyritøkum upp á EM-undankappingardystin millum Moldova og Føroyar

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini. 

 

Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda longu klokkan 15.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur geva odds upp á dystin, og sambært oddsunum verður talan um ein javnan og spennandi dyst. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt sindur til ein moldaviskan sigur. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Moldova liggja millum 2,40 og 2,55.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 2,90 og 3,18.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,90 og 3,13.

 

Her eru oddsini: 

##med2##