Veddingarfyritøkurnar vænta Ísrael aftur vinnur á Føroyum

Ísrael hevur ikki líka stóra favorittstøðu sum Danmark hevði undan dystinum í Parkini

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í hesari HM-undankappingini móti Ísrael í Tel Aviv. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30.

 

Seinast liðini møttust á Tórsvølli 1. september vann Ísrael stórsigur 4-0 aftaná eitt slakari føroyskt avrik í serliga verjupartinum.

 

Síðani tá hevur føroyska liðið leikliga avrikað væl móti Eysturríki, Skotlandi og í tveimum førum móti Danmark.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Ísrael sum stóran favoritt til at vinna enn ein sigur á Føroyum. Favorittstøðan er tó nakað minni enn favorittstøðan Danmark hevði undan dystinum í Parkini farna fríggjakvøld.

 

Hægstu oddsini fyri ísraelskan heimasigur eru 1,25. Lægstu oddsini fyri føroyskan útisigur eru 8,92. Oddsini uppá javnleik liggja millum 5,22 og 6,75.

 

Veddingarfyritøkur  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   1.20 6.50 15.00
188BET   1.22 6.40 13.00
1xBet   1.24 6.75 15.00
bet-at-home   1.24 5.80 11.00
bet365   1.22 6.00 13.00
Betfair   1.20 6.50 15.00
Betsafe   1.22 6.50 15.00
Betsson   1.22 6.50 15.00
BetVictor   1.25 6.00 15.00
Betway   1.22 6.00 13.00
bwin   1.19 7.00 15.50
ComeOn   1.20 6.75 15.00
Interwetten   1.25 6.00 12.00
Pinnacle   1.20 6.96 14.67
SBOBET   1.23 5.22 8.92
Unibet   1.23 6.75 16.00
youwin   1.20 6.50 14.00
Betfair Exchange   1.24 6.70 14.30
Meðalodds1.226.3613.89