Veðrið í dag:
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, samdrigið og sum frálíður regn. Hitin um 10 stig. Seint í kvøld hækkar hann upp í vestan og útnyrðing.
Veðrið mikudagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norði og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Hósnáttina minkar hann vindin.
Veðrið hósdagin:
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, seinni av vestri. Fyrst sólglottar og okkurt æli, seinni kanska regn. Hitin um 8 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og regn. Hitin millum 8 og 12 stig.
Veðrið leygardagin:
Hann veksur vindin av vestri og útnyrðingi og regn. Hitin fellur niður í 5 til 8 stig.
Í gjár:
Eitt stormlágtrýst norðanfyri Ísland hvørvur spakuliga í landnyrðing norðan. Ein hátrýstryggur kemur av útsynningi móti Bretsku Oyggjunum og mennist eitt skifti, tí minkar útsynningsvindurin yvir Føroyum spakuliga.
Í dag:
Eitt annað lágtrýst við regni fer framvið Føroyum týskvøldið og mikumorgunin. Hósdagin kemur eitt nýtt lágtrýst vestaneftir og fer framvið sunnanfyri Føroyar. Síðst í vikuni koma fleiri brúgvaløg vestaneftir.