Veðrið forðar bløðum at koma út

Ringu floglíkindini í Vágum hava seinkað bløðum báðum Sosialinum og Dimmalætting

Av tí at ring floglíkindi hava verið í Vágum er bløðini bæði Dimmalætting og Sosialurin ikki komin til landið enn. Tí verða tey ikki borin út haldara hjá við Posta í dag – og tí verða tey heldur ikki at fáa í leysasølu kring landið í dag, tí allar komur til Vágar í dag eru avlýstar.

Tað merkir, at bløðini í fyrsta lagi verða at fáa í leysasølu kring landið í morgin, og at haldarar í fyrsta lagi fáa bløðini við postinum mánadagin.

Vit harmast um almikið um seinkanina.

Haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á www.sos.fo og logga á við haldaranummarinum. Um haldarar ikki minnast nummarið, so er tað nummarið, sum er á lepanum sum Posta klistrar á blaðið - og sum eisini sæst á fakturanum upp á haldaragjaldið.

Haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á www.dimma.fo