Kina, USA og Europa eru um somu tíð rakt av ekstremum veðri, og í dag hava umboð fyri USA og Kina havt drúgvan fund um veðurlagsavbjóðingar.
John Kerry, sum er serligt veðurlagsumboð hjá USA, hevur verið á fundi í Bejing við kinesiska starvsfelagan Xie Zhenhua. Hetta er nýggj byrjan í samstarvi millum stórveldini um verðurlagsbroytingar og alheims upphiting.
– Tað er alneyðugt, at Kina og USA gera verulig framstig áðrenn veðurlagstoppfundin COP28, sum verður í Dubai seinni í ár, sigur John Kerry sambært Reuters.
Í fjør kom stígur í veðurlagssamstarvið millum USA og Kina, eftir at leiðarin í amerikansku kongressini, Nancy Pelosi, vitjaði á Taiwan. Tað var Kina misnøgt við.
USA og Kina taka veðurlagssamstarvið upp aftur, samstundis sum bæði londini eru rakt av ekstremum veðri – bæði methita, ódnum og vatnflóðum. Kina boðaði fyrr í dag frá, at tey høvdu mált 52,2 hitastig, sum er tað mesta nakrantíð fyri hesa ársins tíð. Eisini USA hevur havt ekstreman hita í ymiskum pørtum av landinum – eitt nú í Phoenix í Arizona, har tað mesta av vikuni skal vera um 47 hitastig. Í Death Valley í Kaliforna vóru 53,9 hitastig máld í gjár.
Eisini í Italia, Spania og Grikkalandi hevur verið óvanliga heitt seinastu dagarnar, og hesa vikuna skal hitin koma upp í 47 stig á Sardinia.