Veðurlagsaktivistar límaðu seg fastar í motorvegin

Orsøkin til, at aktivistarnir hava límað seg fastar, er, at tað skal vera truplari at fáa teir burtur aftur av vegunum.

15 veðurlagsaktivistar vóru í dag orsøkin til ferðslutrupulleikar í Týsklandi, tá teir límaðu seg fastar í asfaltið á motorvegnum.

 

Tað skrivar Reuters. 

 

Sambært tíðindastovuni hava tilsamans 252 mótmælisfólk luttikið í vegablokeringum í Týsklandi seinastu tvær vikurnar, harav 69 hava límað seg fastar í asfaltið.

 

Orsøkin til, at aktivistarnir hava límað seg fastar, er, at tað skal vera truplari at fáa teir burtur aftur av vegunum.

 

Seinasta fríggjakvøld vóru 50 aktivistar settir í geglið, tá tey mótmæltu, og tað er aktivistabólkurin "Last Generation", sum er keldan til hesar handtøkur.

 

- Týska stjórnin brýtir sínar grundlógartryggjaðu skyldur til at verja okkara lív við at leggja upp til at gerast "veðurlagsneutral" innan 2045, sigur eitt talsfólk fyri bólkin.

 

Lagt verður aftrat, at innan 2030 fara vit at síggja ein hitavøkstur, sum verður oman fyri 1,5 stig.

 

- Stórnin brýtir ikki bara altjóða lóg, men fremur eisini lógarbrot móti mannaættini við bevíst at flyta seg móti einum hitavøkstri á 2, 3 ella 4 stig, samstundis sum miljardir doyggja í hungri, sigur talsfólk fyri "Last Generation".