Veðurstovan: Harðar hvirlur í dag

Strandferðslan hevur avlýst flestu farleiðir í morgun

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og í morgun, og Strandferðslan hevur avlýst flestu farleiðir á landi og sjógvi. Vindurin minkar seinni í dag, og tá kann verða, at onkrar farleiðir verða tiknar uppaftur. Á heimasíðuni hjá Strandferðslan ber til at fylgja gongdini.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 13-18 m/s við storm- ella ódnarhvirlum av útnyðringi. Vindurin minkar seinnapartin og verður 8-13 m/s. Samdrigið og ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum, serliga í sunnara parti av landinum. Hitin verður millum 1 og 5 stig.  Í nátt 3-8 m/s av vestri. Tað verður klárt í veðrinum. Hitin verður millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av útsynningi og suðri. Samdrigið og sum frálíður regn ella kavi. Um kvøldið vera 10-15 m/s av vestri og útnyðringi. Ælaveður, sum kann vera sum vátakavi ella kavi. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig, í støðum niður í 2 kuldastig.