Vegurin komin hálva leið

Landsverkfrøðingurin er komin umleið hálva leið við gerðini av vegnum millum Gomlurætt og Norðasta Horn. Gamli vegurin verður nú ikki fylgdur víðari, tí veglinjan er nú broytt soleiðis, at vegurin verður lagdur eystanfyri ella innanfyri tjarnirnar á Hálsinum

 

Í einar tveir mánaðir hevur arbeiðið uppá nýggja landsvegin av Gomlurætt til høvuðsstaðin ligið stilt. Nú er líkt til, at arbeiðsmenn frá landsverkfrøðinginum fara undir at asfaltera ein hálva annan kilometra langan tein, ið er liðugur. Hetta er onnur etapa ella byggistig.

Alt arbeiðið uppá vegin verður boðið út til privat byggifeløg at gera. Annað byggistig eru nærum liðugt, og tað er felagið Heygar, ið hevur staðið fyri hesum arbeiðnum.

Finnleif Durhuus, deildarleiðari á vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum, væntar, at arbeiðið at asfaltera verður liðugt einaferð í summar. Enn er tó eingin dagfesting sett á, nær tað eftir ætlan verður liðugt.


Veglinjan broytt

Frá byrjan av var ætlanin, at nýggi vegurin fyri tað mesta skuldi fylgja tí gamla vegnum. Eftir at hava mett um støðuna hevur landsverkfrøðingurin tikið avgerð um at leggja vegin innanfyri tjarnirnar.

Hetta er gjørt fyri at kunna varðveita umhvørvið og tað fríøkið, ið er framvið gamla vegnum vestanfyri tjarnirnar, har nógv fólk nýtir fríðtíðina um summarið. Tað hevði órógva, um ein stórur og breiður vegur varð lagdur ígjøgnum hetta økið.

Finnleif Durhuus sigur, at teir mettu tað vera best, um vegurin varð lagdur innanfyri tjarnirnar. Onkur hevur borið ótta um, at nógvur kavi fór at leggjast á vegin, um hann var ov nær hamrinum, men hesum vísir Finnleif Durhuus aftur.

Hann sigur, at teir við vilja hava lagt vegin høgt í lendinum, og tað ger, at kavin kann fúka omanav. Hetta verður tí eingin størri trupulleiki enn vanligt.

Bæði Friðingarnevndin og Yvirfriðingarnevndin hava góðtikið hesa broytingina, og veguri verður sostatt lagdur innanfyri tjarnirnar.


Byrja av Norðasta Horni

Landsverkfrøðingurin arbeiðir nú við projekteringini og fyrireikar útbjóðingartilfarið, sum skal vera klárt at senda byggifeløgum í ár. Væntandi verður klárt hjá tí byggifelagnum, sum bjóðaði bíligasta prísin, at fara í gongd seinni í ár.

Tað arbeiðið skal byrja á Norðasta Horni. Higartil hevur grót av Gomlurætt verið nýtt til vegagerðina, men har er einki eftir, og tí skal grót fáast úr grótbrotinum í Hundsarabotni. Tá grótið skal flytast úr Hundsarabotni, er tað lættari at byrja uppá vegin á Norðasta Horni, so sleppast kann undan at nógv tung ferðsla koyrir eftir tí gamla vegnum.