Veita flýggjandi í Afganistan hjálp

Hjálparfelagsskapurin Samaritan Purse, sum evangelisturin Franklin Graham stendur á odda fyri, veitir flýggjandi í Afganistan hjálp.

Heimurin er í seinastuni skelkaður yvir støðuna við flogvøllin í Kabul, sum hevur verið eyðkend av ruðuleika.

 

Túsundtals ræðsluslignir afganar og onnur royna at sleppa undan hermonnunum hjá Taliban-rørsluni, sum hevur hertikið høvuðsstaðin.

 

Taliban rørslan var kend fyri harðrendu atferð sína móti teim, ið ikki fylgdu islamsku lógunum fyri 20 árum síðani og nú hava teir aftur tikið ræðið.

 

Samaritan Purse við kenda evangelistinum Franklin Graham, arbeiðir saman við øðrum hjálparfelagsskapum á staðnum, við at hjálpa hesum neyðstøddu fólkunum.

 

Samaritan Purse hevur megnað at veita fígging,  so at flogfør hava havt møguleika at flúgva neyðstødd úr landinum og í tryggleika.

 

Ein av teirra samarbeiðsfelagskapum hava flogið 700 børn, kvinnur og menn út úr landinum. Samaritan Purse hevur eisini verið við til at flyta 80 trúboðarahúski landvegis út úr landinum.

 

Samaritan Purse hjálpir øllum neyðstøddum,  sama hvørji tey eru. 

 

Undirritaðu vilja við hesum gera tað møguligt hjá fólki, at hjálpa neyðstøddum fólkum út úr landinum, vit heita á fólk um at verða við í hesum hjálparátakinum.

 

Stuðul kann latast til Kristnu hjálpartænastuna á konto nr. 9181 1502036 í Betri Banka

 

 

 

Vegna felagskapin

 

Svenning av Lofti

 

lofti(at)olivant.fo   

 

Jógvan Zachariassen

 

jogvanz(at)gmail.com

 

Svenhild Haraldsen

 

svenhildharaldsen(at)gmail.com

 

Tordur Niclassen

 

tordurjn(at)gmail.com         

 

Lissi Hansen

 

Lissi.hansen(at)skulin.fo