Veitarin – ein handil fyri øll

Á Hjalla er vælútgjørdi handilin hjá Kemilux, Veitarin, sum er heildarveitari av reingerðarevnum eins og pakkitilfari, pakkiamboðum, maskinum og arbeiðsklæðum

Konseptið við handlinum Veitaranum er at hava alt innan vask, reingerð og arbeiðsklæðir á einum staði.


Handilin er til bæði vinnu og privat húsarhald. Um tað er bilurin, sum skal reinsast og vaskast, ella tað er køkurin, kjallarin ella túnið - tað er líka mikið. Alt fæst hjá Veitaranum á Hjalla, har kundin eisini fær vegleiðing í at nýta reingerðarevnini á rættan hátt.


Í handlinum er so at siga alt at fáa, sum t.d. arbeiðshandskar, trygdarskógvar, hosur, jakkar, klútar, moppur, pappír og automatir til pappír. Og so sjálvandi sápu og reingerðarevni annars.Eisini hevur handilin eitt stórt úrval av arbeiðsklæðum eins og regnklæðum og stivlum.


Handilin nøktar allan reingerðartørv yvirhøvur – heilt frá grovreingerðing á skipsdekki og í maskinrúmum, til upp og niðurvask í heiminum. Eisini nøktar Veitarin tann serliga tørvin innan reingerð, sum eitt nú matvøruídnaðurin krevur. Handilin selur eisini pakkitilfar, pakkiamboð og annan útbúnað til vinnuna og ídnaðin.


Handilin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-17.30.