Vejle eigur bestu talentini

Vejle hevur vunnið kappingina fyri U21 lið í Danmark. Finalan var ímóti Køge, og hon endaði við 4-3 sigri til Vejle. Felagið úr jútlandi er kent fyri at menna góðar fótbóltsspælarar, og nú hevur besta liðið hjá felagnum beina kós í superliguna aftur. Fleiri av spælarunum á hesum liði eru ungir, og tað sæst eisini aftur í, at Vejle eigur besta U21-liðið í Danmark í løtuni. Køge hevur eisini havt stóra framgongd, tí eftir at U21 liðið í fjør spældi í b-bólkinum, vann liðið seg fram á næstfremsta plássið í sterkasta bólkinum í ár.