Vejle uttan Viljorm

Tað var annars lagt upp til ein føroyingadyst, nú Vejle og AaB hittast í steypakappingini.

Meðan tað er líkt til at Brandur H. Olsen byrjar á miðvøllinum hjá FCK ímóti FC Roskilde í kvøld, so er støðan ikki eins góð, sæð við føroyskum brillum, í dystinum ímillum Vejle og AaB. Tað var annars lagt upp til ein dyst ímillum tveir føroyingar, men nú vísir tað seg, at soleiðis skal tað ikki vera.


Gilli Sørensen er við í AaB-hópinum, sum er á vitjan hjá Vejle í triðja umfari í steypakappingini. Hann situr á beinkinum. Viljormur Davidsen er als ikki við í hópinum hjá Vejle. Hann er annars fastur fúsur í byrjunaruppstillingini, men í kvøld er hann sjúkur og hevur givið avboð.


Dysturin ímillum Vejle og AaB sæst beinleiðis á TV3 Sport 1. Dysturin ímillum FC Roskilde og FCK verður vístur á TV3+ kl.19.30.