Elin Heðinsdóttir Joensen
fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins
Týsdagin hevur tað alstóran týdning, at Føroyar velja virðilig og virkin umboð til fólkatingið, tí hesi komandi árini eru sera týdningarmikil fyri okkara viðurskifti ? bæði í ríkisfelagsskapinum og altjóða samfelagnum yvirhøvur.
Javnaðarflokkurin læsir seg ikki fastan í, at ríkisfelagsskapurin skal vera tann sami í allar ævir, tí tað í sjálvum sær hevur einki endamál. Hinvegin vilja vit brúka henda felagsskap sum eitt amboð, ið alsamt skapar menning og møguleikar, so tað verður liviligt hjá øllum í landi okkara.
At sita á fólkatingi snýr seg ikki um at markera seg fyri einhvønn prís ella at draga føroyskar ósemjur við sær niður til Danmarkar. Tvørturímóti er fremsta uppgávan hjá okkara fólkatingsumboðum, at tey duga at finna breiðar semjur, so úrslit kunnu fáast burturúr.
Tað er lætt at seta fram eina ørgrynni av fyrispurningum ella reisa ein hóp av málum, men hevur tað einki endamál, sum er til beinleiðis gagns fyri Føroyar og føroyingar, er tað til onga nyttu. Her snýr tað seg ikki um nøgd, men um dygd, og skal nakað veruliga síggjast aftur, er Javnaðarflokkurin besta boðið, nú tú við tíni atkvøðu skalt velja føroyskt umboð á fólkating.
Tí hevur tað stóran týdning, at tú velur eina rødd á fólkating, ið er før fyri at umboða føroyingar á virðiligan hátt, so ávirkan fæst á alt tað, sum hevur týdning fyri Føroyar og føroyingar. Til tað er eingin betri enn eitt umboð frá Javnaðarflokkinum, ið eisini á fólkatingi vil arbeiða fyri tí besta fyri Føroya land og Føroya fólk.