Sjúrður Skaale
--------------------
Tú unnir ikki mentanarlívinum ein lynna!
Tú kvalir ítróttin í skatti!
Tú unnir ikki samkomum somu kor sum ítróttinum!
Ákærurnar hava verið nógvar síðani eg – saman við fýra øðrum – týsdagin stemmaði ímóti at seta eitt nýtt undantak inn í MVG-lógina. Undantakið ger, at tá íløgur fyri meira enn eina millión verða gjørdar í “ikki-vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi”, kann MVG’ið verða endurgoldið.
Upprunaliga var bara talan um ítróttarfeløg – men orðingin “almannagagnligt virksemi” ger, at undantakið eisini fevnir um t.d. samkomur.
Tað er eisini ein tíðaravmarking á: Arbeiðið skal vera byrjað eftir 1.
januar 2010, og seinasta freist at fáa eina umsókn góðkenda, er 31. desember 2012.
Rópa bara nóg hart
Øll uttan fimm malsjønsk og illviljað tingfólk stemmaðu fyri.
Og tað var ikki so løgið. Tey, sum fara at brúka húsini, ið við hesum kunnu byggjast MVG-frítt, eru jú ógvuliga mong. Sum politikari er tað er stuttligt at kunna siga við hesi fólk, at mann hevur tryggjað teimum serlig rættindi.
Men hóast tað er populert at gera slík undantøk, so er tað skeivt. Tí her eru ongar reglur. Tað eru altíð tey, sum rópa harðast, ið fáa mest. Fyri ikki at tala um tey, sum eru beinleiðis umboðað á tingi.
Javnseting
Tvey orð gingu aftur í viðgerðini av hesum málinum: “Rímiligheit” og “javnseting”.
Er tað ikki rímiligt, at tey, sum sjálvboðið stríðast við at fáa t.d. eina ítróttarhøll upp at standa, sleppa unda at rinda MVG?
Jú! Sjálvsagt er tað rímiligt.
Er tað so ikki eisini rímiligt at annað frítíðarvirksemi – t.d. samkomur – verður javnsett við ítróttin?
Jú jú. Sjálvsagt kann argumenterast fyri, at henda javnseting er er rímilig.
Trupulleikin er, at hetta er skrúvan uttan enda. Tað eru mong onnur, sum eiga at verða javnsett við tey, sum nú sleppa undan MVG.
Hvat við teimum, sum bygdu áðrenn 2010? Áttu tey ikki at sloppið undan? Og hví skulu tey, sum fara undir sítt prosjekt í januar 2013 ikki javnsetast við tey, sum byrja í desember 2012? Er tað ikki órímiligt?
Bøkur og fløgur
Tá MVG lógin kom í síni tíð, var bara eittans undantak: Bøkur.
Undantakið kom eftir at Jens Pauli Heinesen á forsíðuni á Sosialinum boðaði frá, at sluppu bøkur ikki undan, fekk føroysk bókaútgáva mønustingin. Hann heitti tí staðiliga á politikararnar um at gera eitt undantak.
Blaðið kom á gøtuna beint áðrenn lógin varð samtykt. Eg minnist tað, tí eg gjørdi sjálvur bæði samrøðuna og forsíðuna.
Meirilutin av tinginum helt, at áheitin frá JP Heinesen var rímilig, og eftirlíkaði henni.
Og sjálvandi var tað eisini heilt rímiligt.
Men hvat við teimum, sum ikki stóðu á forsíðuni tann dagin?
Er tað t.d. rímiligt at tey, sum geva út fløgur, skulu rinda MVG, meðan tey, sum geva út bøkur sleppa undan?
Hesi kappast øll á sama marknaði um somu kundar – ofta tær síðstu vikurnar fyri jól. Tónleikarin verður fyrst tvingaður at krevja inn skatt fyri tað almenna (MVG). Síðani skal hann rinda handlinum sín part. Og so skal hann rinda persónsskatt av tí, sum kanska loypir av.
Rithøvundurin sleppur undan MVG’num.
Er tað rímiligt?
Nei, sjálvsagt ikki. Og eisini her hava vit skrúvuna uttan enda: Tað rætta var, at fløgur blivu javnsettar við bøkur. Og síðani skuldu DVD’ir verið javnsettar við bøkur og fløgur.
Men er tað rímiligt at tey, sum framføra live rinda MVG, meðan tey, sum gera fløgur sleppa undan?
Nei! Sjálvsagt skuldu konsertir og sjónleikir eisini sloppið undan!
Og hvussu við instrumentum? Og ferðing? Og útreiðslum til pallar og búnar? Hevði tað einasta rímiliga ikki verið, at alt mentanarvirksemi varð javnsett við bókaútgávu?
Matur
2011 er lýst at vera kostár.
Og vit hava longu hoyrt eitt ynski endurtikið upp í saman: Frukt og grønmeti skal sleppa undan MVG!
Eiga fólk ikki at sleppa undan at rinda skatt, tá tey keypa børnunum sunnan mat?
Sjálvsagt!
Men fiskur er eisini sunnur. Skulu vit ikki javnseta fisk og grønmeti? Og hvat við grovum breyði? Skal tað ikki javnsetast við fisk?
Og jogurt? Soltið kjøt? Havragrín?
Áttu vit ikki at javnsett allan sunnan mat við frukt? Er tað ikki rímiligt?
Sjálvsagt!
Arbeiði
Tey, sum selja vørur og tænastur, gera búskapin størri og sterkari. Men øll vita um virki, sum hava snarað lykilin um, hóast tey klára seg á sjálvum marknaðinum. Tað eru skattur og avgjøld, sum kvala virksemið.
Er tað rímiligt at vit tvinga hesi fólk at leggja MVG oman á sínar rokningar, og soleiðis krevja skatt inn fyri landskassan?
Sjálvsagt ikki!
Eitt MVG-undantak er snýr seg um lønir til bygging og umvæling av privathúsum.
Átti tað ikki at verið víðkað? Áttu ikki øll, sum keypa og selja tænastur, at sloppið undan MVG? Hevði tað ikki verið gott fyri virksemi í landinum?
Sjálvsagt!
Pilka nøkur úr
Er tað yvirhøvur “rímiligt” at geva nøkrum undantak, meðan onnur ikki fáa?
Áttu ikki øll at verið “javnsett” við t.d. ítróttarfeløg, samkomur og rithøvundar? Er tað rímiligt at nakar skal rinda MVG yvirhøvur?
Nei. Eingin skattur er rímiligur sæð úr sjónarhorninum hjá tí, sum noyðist at rinda hann.
Men tað er altso skattaskipanin, sum heldur samfelagnum saman.
Takið er at finna eina balansugongd, har tað almenna bæði fær nóg nógvar pengar inn, og har skattatrýstið ikki er kvalandi høgt.
Og tað er ikki lætt.Tað er trupult at effektivisera samfelagið, soleiðis at tað generella trýstið kann lækkast. Og tað gevur heldur ikki atkvøður.
Tí er freistandi at pilka nøkur burturúr skattaskipanini í staðin. Tað gevur politiskt bonus, tí øll fáa at vita, hvør politikari hevur gjørt undantøkini.
Taka frá øðrum
Men sleppur onkur undan at rinda, skal onkur annar skal rinda meira.
Tey, sum týsdagin sluppu samkomum undan at rinda MVG – tey løgdu faktiskt byrðar á onnur.
Og hvør skal rinda? Fíggjarnevndin segði seg ikki vita, hvat hetta fer at kosta landskassanum. Men í álitinum stóð soleiðis: “Meirilutin roknar tó við, at tá landsstýrismaðurin veit, hvat endaliga útreiðslan verður fyri 2010, so fer hann at leggja fyri tingið uppskot, so at henda útreiðsla kann gerast útreiðsluneutral.”
Hetta merkir, lat pengarnir skulu takast inn onkra aðrastaðni.
Meirilutin í fíggjarnevndin var øgiliga gávumildur. Men tey vistu ikki hvussu nógv tey tóku frá øðrum – og heldur ikki, hvørjum tey tóku tað frá.
Og eitt er vist: Tá uppskot kemur (vissi tað kemur...) um hvar pengarnir skulu takast frá, so fara fleiri av teimum, sum atkvøddu fyri týsdagin, at vera ímóti. – Eins og tey altíð eru ímóti øllum uppskotum um sparingar og rationaliseringar.
At spara er ikki stuttligt.
At hækka skattin er ikki stuttligt.
Men at vera gávumildur við pengunum hjá øðrum – tað er øgiliga stuttligt!
Tí vóru bara fimm atkvøður ímóti týsdagin.