Vel ávirkan

Í fýra ár hava kollfirðingar sitið á síðulinjuni uttan ávirkan í kommununi og uttan eina rødd at tala søk kollfirðinga

Men nú hava vit aftur møguleikan. Vit skulu standa saman og velja umboð í býráðið. Umboð, sum kann og ikki minst vil ávirka, har vit aftur fáa sett dagsskránna, so bygdafólkinum verður lutað byggiøkir, bæði til privat og vinnu. Nú er nógmikið lovað, nú skal handlast.

Í skjótt farna valskeiði er Kollafjørður forsømdur. Nógv føgur orð um ungar familjur og byggilendi, men einki er komið burturúr. Forðingar hava verið gerandisdagurin. Hetta skal broytast.

Hjá mær er eingin ivi – har tað er vilji, eru eisini møguleikar.

Hetta er hjartamál fyri meg. Minst til, at tín atkvøða ger mun – tín vilji mín ávirkan.

Vel ávirkan

Vel Vagn