Tað er úrslitið í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo
Broyting er hjá øllum flokkum – uttan Framsókn, sum stendur í stað á 7,5 prosentum. Men av tí at býtið millum flokkarnar er øðrvísi, missir Framsókn triðja tingsessin.
Fólkaflokkurin gongur fram frá 18,9 prosentum á valinum til 19,8.
Sambandsflokkurin gongur fram frá 20,0 á valinum til 20,3 í kanningini.
Javnaðarflokkurin gongur aftur frá 26,6 á valinum til 25,7 prosent.
Sjálvstýri gongur aftur frá 2,7 til 2,2 prosent.
Tjóðveldi gongur fram frá 17,7 á valinum til 18,2 prosent.
Framsókn stendur í stað á 7,5
Miðflokkurin gongur aftur frá 6,6 til 6,3.
##med2##
##med3##
Talan er um smáar broytingar – sum tó flyta ein tingsess frá samgonguni til andstøðuna. Nen tað hevði ikki broytt valdsjavnvágina í Løgtinginum, tí samgongan hevur tveir tingsessir í meiriluta. Hevði hetta verið úrslitið á valinum, so hevði býtið verið 18 til samgonguna og 17 til andstøðuna.