Veljarakanning: Javnaðarflokkurin størsti taparin

Løgmansflokkurin missir 4,2 prosentstig. Fólakflokkurin fær 2,5 prosentstig

Løgmansflokkurin missir 4,2 prosentstig. Fólakflokkurin fær 2,5 prosentstig.

 

Nýggjasta veljarakanningin er helst kærkomin lesnaður hjá løgmanni og hansara fólki í Tinganesi.

 

Samgongan gongur gamaní aftur – men einki í mun til veljarakanning hjá Fynd, sum Norðlýsið kunngjørdi fyri góðum tveimum vikum síðani. Tá gekk samgongan aftur við 12,4 prosentstigum, sum serliga gekk út yvir Javnaðarflokkin.

 

Í dagsins veljarakanning gongur samgongan »bara« 6,3 prosentstig aftur.

 

Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt veljarakanningina fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.

Størstu framgongdina fær Fólkaflokkurin, sum gongur 2,5 prosentstig fram frá 18,9 á valinum í 2015 til 21,4 prosent í kanningini. Tað ger Fólkaflokkin til størsta flokk, men bara eitt vet størri enn hinar tríggjar av teimum stóru flokkunum.

 

Kanningin gevur Fólkaflokkinum 7 tingfólk, eitt fleiri enn á valinum seinast.

 

Næstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur frá 18,7 prosentum til 20,6, ein framgongd upp á 1,9 prosentstig.

 

Sambandsflokkurin vinnur ein tingsess í mun til seinasta løgtingsval og fær 7 løgtingssessir.

 

Javnaðarflokkurin hevur nógv ta størstu afturgongdina. Flokkurin fer úr 25,1 prosenti á valinum í 2015 til 20,9 prosent. Ein afturgongd upp á 4,2 prosentstig.

 

Javnaðarflokkurin missir ein tingsess av teimum 8, sum flokkurin fekk á valinum í 2015.

Sjálvstýri gongur í kanningini 0,2 prosentstig fram og fær 4,2 prosent av atkvøðunum í kanningini.

 

Men sjálvt um Sjálvstýri í kanningini gongur fram í prosentum, so gongur hann aftur í tingmannatali, tí flokkurin missir annan tingsessin. Tað er júst tað øvugta, sum hendi á valinum, tá flokkurin gekk eitt vet aftur og vann ein tingsess afturat.

 

Tjóðveldi hevur eina lítla afturgongd. Flokkurin fer úr 20,7 prosentum niður í 20,3. Ein afturgongd upp á 0,4 prosentstig.

 

Sambært kanningini varðveitir Tjóðveldi sínar 7 tingsessir.

 

Miðflokkurin gongur eisini aftur, 0,2 prosentstig. Flokkurin fær í kanningini 5,3 prosent í mun til 5,5 á valinum í 2015. Flokkurin varðveitir sínar tveir tingsessir.

 

Framsókn er einasti samgonguflokkur, sum hevur framgongd. Hann fer úr 6,9 prosentum upp í 7,3, sum er ein framgongd upp á 0,4 prosentstig.

Framsókn varðveitir sínar tveir tingsessir.