Veljarakanning: Soleiðis siga tapararnir

»Fimm tingsessir er ov lítið«. »Vit áttu at havt størri part av framgongdini hjá andstøðuni«. »Vit kenna sviðan av hallinum á fíggjarlógini«. »Ríkisrættarliga málið má lyftast hægri«.

Politikarar hava altíð sína frágreiðing, tá veljarakanningarnar eru keðiligar. Veljarakanningin, sum Kringvarpið kunngjørdi og sum var gjørd fríggjadagin, hevur bara ein vinnara. Tað er Fólkaflokkurin, sum fær alla framgogdina. Ein stórur tapari er Javnaðarflokkurin, sum stenndur til stórt skrædl og til triðringasta vali nakrantíð hjá skjótt 100 ára gamla flokkinum. Sambandsflokkurin fær at kalla ongan lut í framgongdini, og Tjóðveldi og Framsókn missa hvør sín tingsess, Miðflokkurin hevur afturgogd, men somu tingfólk, og Sjálvstýri sleppur heldur ikki á ting í hesari kanningini.

 

Við Kringvarpið sigur Aksel V. Johannesen, at fimm tingsessir er ov lítið til Javnaðarflokkin.

 

– Vit mugu bretta upp ermar og royna at venda gongdini, sigur hann við Kringvarpið.

 

Hann vísir á, at samgongan hevur avrikað nógv, ikki minst tað seinasta hálva árið. Hann vísir á mvg frítøku av gerandisvørum, hægri barnafrádrátt, hægri lestrarstuðul, hækkað útgjald úr barsilsskipanini og lækkað inngjald og lestraríbúðir. Hann sigur eisini, at enn hava vit ikki sæð úrslitið av seinastu tiltøkunum.

 

– Vit mugu staðfesta, at tað ikki hevur verið gott nokk, sambært veljarunum, og veljarin hevur altíð rætt, segði løgmaður.

 

– Tí mugu vit gera enn meira og bretta enn meira upp um armar fyri at gera tað betri.

 

Hann staðfestir eisini, at tað hava verið nógv fløkjaslig mál, sum ikki eru komin í hús, og at hall hevur verið á fíggjarlógini.

 

Og so er tað málið um styttu arbeiðsvikuna, sum ongan veg er komið, og sum løgmaður hevur staðfest, at undirtøka ikki er fyri í samgonguni, hóast tað var eitt tað størsta vallyftið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

 

– Eg vóni, at vit fáa sett hol á tað í tíðini, sum eftir er til valið, sigur hann.

 

Og so vísir hann á, hvussu slítandi og avbjóðandi og stravið og krevjandi tað er alla tíðina at skulu finna pengar, tí hall er á fíggjarlógini, tí at inntøkur svíkja.

 

– Laksaprísurin lækkar, tað kostar 200 milliónir í mistum inntøkum á fíggjarlógin. Makrelkvoturnar minka niður í eina helvt, tað ávirkar eisini negativt á fíggjarlógini. Men hetta eru viðurskifti, sum vit einki fáa gjørt við, sigur hann við Kringvarpið.

 

Men hann trýr uppá, at tað ber til at venda gogdini hjá flokkinum hesar 10-11 mánaðirnar, sum eftir eru til næsta val, sigur hann.

 

##med2##

 

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum sigur við Kringvarpið, at hann kundi ynskt sær, at Sambandsflokkurin fekk størri part av framgongdini hjá andstøðuni – sum í veruleikanum bara er framgongd til Fólkaflokkin. Sambandsflokkurin kvinkar fram, men framgongdin er minni enn óvissan í kanningini.

 

– Eg haldi, at vit við okkara politikki eiga at fáa størri part av framgongdini, segði hann við Kringvarpið.

 

Hann vísti á, at flokkurin hevur samstarvað við samgonguna um ávís mál fyri at ávirka tey »rætta vegin«. Men tað fær flokkurin so ikki stuðul afturfyri, staðfestir hann.

 

##med3##

 

Ruth Vang heldur, at tað kostar hjá Framsókn at koyra við undirskoti. Flokkurin missir góð 2 prosentstig og ein av sínum trimum tingsessum sambært kanningini.

 

– Vit kenna nú sviðan av hallinum á fíggjarlógini, sigur hon við Kringvarpið.

 

– Tað er ringt at fortelja veljarunum, at vit hvønn dag stríðast við at tálma rakstrinnum, tí vit framhaldandi hava stórt hall. Uppruddingararbeiðið er farið ov seint í gongd, sigur hon við Kringvarpið.

 

Hon sigur, at hallið stendst lutvíst av svíkjandi intøkum, sum tey ikki beinleiðis hava ávirkan á. Og so er tað Suðuroyartunnilin, sum tey í Framsókn hava verið skeptisk við, sum hon málber seg.

 

– Tað eru nógvir veljarar, sum eru stúrnir um hetta, og vit verða eisini revsað fyri hallið á fíggjarlógini, sigur hon.

 

Hon vísir síðani á nýskipanararbeiðið og pensjónsaldurin, sum er nakað av tí sum skal til.

 

– Tað mugu vit hava dirvi til at gjøgnumføra, tí tað er tað einasta rætta, sigur hon.

 

##med4##

 

Tjóðveldi missir eisini ein tingsess í kanningini og gogur 1,4 prosentstig aftur.

 

Flokkurin kvinkar fram í Havn, men gongur 3 prosentstig aftur uttan fyri Havnina.

 

Tjóðveldi hevur profilerað seg meira uttan fyri Havnina, eitt nú við vali av nýggjum landsstýrisfólki og av nýggju forkvinnuni, sum er úr Vági.

 

Spurd um tað ikki hevur verið gott nokk staðfestir Sirið Stenberg fyri Kringvarpinum, at tað hevur tað ikki.

 

Hon vísir á, at tey hava avrikað flestu málini í samgonguskjalinum.

 

– Men tað hevur verið nógv órógv, høg inflatión, sum hevur rakt fólk hart. Vit hava eitt høgrarák í londum uttan um okkum, og stór mál hava verið á skrá, sum ófriður hevur verið um, sigur hon og vísir á, at málið um Suðuroyartunnil hevur fylt nógv.

 

– Vit hava brúk fyri at lyfta ríkisrættarliga málið nógv longur fram, sigur hon við Kringvarpið.

 

Hon sigur, at Tjóðveldi hevur góð fólk og góð mál, og at flokkurin ikki er gloymdur í polariseringini millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

 

– Men ríkisrættarliga málið er ordiliga avgerandi, og tað kann gera, at vit fáa størri undirtøku. Tað málið málið skal lytast hægri, so vit fáa eitt sjálvstøðugt land, sigur forkvinnan í Tjóðveldi.