Síðani Fynd fór undir veljarakanningar hava verið ymsar áskoðanir frammi um slíkar kanningr, eitt nú hvussu hesar kanningar eiga og ikki eiga at fyriskipast. Formaður Javnaðarfloksins er ein teirra, sum áður hevur funnist at kanningunum, og heldur ikki eftir hesa seinastu kanningina er hann heilt nøgdur.
? Hyggur man eftir úttalilsunum, sum eru komin eftir veljarakanningarnar, so er tað ótrúligt at hoyra, at allir flokkar eru komnir væl burtur úr kanningini. Men øll vita, at framgongd hjá nøkrum, má merkja afturgongd hjá øðrum, tí man hevur bert eina ávísa nøgd at taka burtur úr.
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta prógvar, at veljarakanningarnar eru rættiliga ókonkretar. Spurningarnir eru rætt og slætt ikki nóg konkretir. ? Hyggur man eftir veljarakanningum aðrastaðni so kann man síggja gongdina frá eini veljarakanning frammanundan og ikki einum vali. Nú tosar man um, at td. Sambandsflokkurin hevur størstu framgongdina, men hyggur tú eftir, hvussu hann hevur klárað seg síðani seinastu veljarakanning, so hevur hann eina stóra afturgongd. Og sambandsmenn úttala seg bara um sína stóru framgongd í mun til seinasta val. Javnaðarflokkurin hevur eisini afturgongd í mun til seinastu veljarakanning. Eg haldi tað tí er umráðandi hava hava úrslitini frá seinastu veljarakanning við, tá ein nýggj kanning verður gjørd og kunngjørd.
Jóannes Eidesgaard fýlist eisini á, at tað í ein veljarakanning, sum verður gjørd av einum óheftum politiskum stovni, verða tiknir tveir kandidatar í einum flokki sum møgulig løgmansvalevni.
? Fynd átti at vitað, at atkvøðir tú fyri einum sambandsmanni til løgmann, so eitur hann Edmund Joensen, tí hann er formaður í flokkinum. Og ongum øðrum.
Seinasta nýggja er annars, at næmingar á Fróðskaparsetrinum gera eina nýggja veljarakanning fyri Dimmalætting. Her er talan um ikki færri enn 28 spurningar, sum bæði viðvíkja løgting- og kommunalvalum.