Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið.
47 prosent av teimum, sum siga seg velja Fólkaflokkin, ynskja at flokkurin fer í samgongu við Miðflokkin. Næstbest dámar fólkafloksveljarum Sambandsflokkin, sum 22 prosent ynskja sær at samstarva við.
Hinvegin vilja sambandsveljarar helst samstarva við Fólkaflokkin, sum 66 prosent av sambandsveljarunum í kanningini ynskja sær. Næstbest dámar sambandsveljarum Javnaðarflokkin sum samstarvsflokk, sum 28 prosent ynskja sær – men har er sera stutt til Sjálvstýri og Miðflokkinum, sum ávikavist 26 og 24 prosent av samsbandsveljarum ynskja samstarv við.
Veljararnir hjá Javnaðarflokkinum ynskja sær Tjóðveldi sum samstarvsflokk nummar eitt. 70 prosent ynskja sær Tjóðveldi sum samstarvsflokk, 61 prosent Sambandsflokkin og 38 prosent Framsókn.
Tjóðveldisveljarar ynskja sær Javnaðarflokkin sum samstarvsflokk, tað siga 42 prosent av teimum, sum í kanningini siga seg velja Tjóðveldi, meðan 34 prosent ynskja sær Framsólkn.
Talvan niðanfyri vísir, hvussu veljararnir ynskja, at »teirra« flokkur skal samstarva.
##med2##