Veljarin ger um seg

Í veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, er rættiliga stór broyting í mun til valgið í 2004. Mest markantu broytingarnar eru at finna hjá Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum fara ávikavist 5,1 prosent fram og 3,4 prosent aftur.

Eisini eru broytingarnar markantar hjá Tjóðveldisflokkinum, sum fer heili 3,4 prosent fram og endar við 25,1 prosentum, meðan afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er 2,2, so flokkurin nú hevur 18,4 prosent.

Komandi dagarnar hyggja vit nærri eftir úrslitinum av veljarakanningini, sum Fynd gjørdi 6. og 7. september. Spurdir vórðu 671 veljarar.