Venables skal hjálpa McClaren

Tað verður ein royndur og væl dámdur maður, sum skal verða hjálparvenjari hjá enska fótbóltsslandsliðnum. Hjálparvenjarin seinnu árini, Steve McLaren, er blivin høvuðsvenjari, og hann skal nú hava fingið fyrrverandi landsliðsvenjaran Terry Venables at hjálpa sær, skriva enskir fjølmiðlar. Terry Venables sjálvur váttar eisini, at hann skal starvast á enska landsliðnum, hóast hann enn ikki hevur gjørt avtalu við enska fótbóltsslandsliðið.
Venables var venjari hjá Onglandi, tá ið landið í 1996 hýsti EM-endaspælinum og kom í hálvfinaluna, og hann verður mettur sum ein tann best umtókti venjarin hjá enska landsliðnum.