Venezia tjenar milliónir í ferðafólkaskatti

Í vár hevur býurin Venezia gjørt royndir við atgongumerkjum til at vitja kenda býin, og tað gav meira pening inn enn væntað.

Myndugleikarnir í Venezia hava endað royndina at krevja fimm evrur fyri hvørt ferðafólk útvaldar dagar. (Savnsmynd). - Mynd: Manuel Silvestri/Reuters

Sambært myndugleikunum hevur endamálið verið at spjaða ferðafólkatalið, tí tað eru dagar, har tú hvørki sleppur aftur ella fram í vælumtókta býin.

So fimm evrur fyri hvønn eindagsferðaseðil á vælumtóktum døgum, serliga um vikuskiftini, skulu taka toppin av vitjanartalinum.

Í tíðarskeiðinum frá 25. apríl til 14. juli hava tað verið 29 dagar, har tað hevur kostað pengar at sleppa inn í Venezia, skrivar CNN.

Og ferðafólkini eru eyðsæð til reiðar at gjalda.

Í apríl segði borgarstjórin, Luigi Brugnaro, at býurin væntar selja atgongumerki fyri umleið 700.000 evrur. Nú vísir tað seg, at 2,425 milliónir evrur eru kravdar. Tað eru 18,4 milliónir krónur.

Borgarstjórin sigur, sambært CNN, at tey nú fara at meta um royndin skal endurtakast næsta ár.

 

/ritzau/

 

Myndugleikarnir í Venezia hava endað royndina at krevja fimm evrur fyri hvørt ferðafólk útvaldar dagar. (Savnsmynd). - Mynd: Manuel Silvestri/Reuters