Venjarar og dómarar tosa saman í morgin

Fótbóltur: Norðmenn hava góðar royndir við tiltakinum, sum í morgin verður roynt á Svangaskarði

Seinnapartin í morgin hava fótbóltsvenjarar og fótbóltsdómarar sett hvørjum øðrum stevnu á Svangaskarði.

Allir dómarar og venjarar eru vælkomnir til samkomuna, sum verður klokkan 14. Teir rokna við, at tiltakið í hvussu so er verður liðugt klokkan 17.


Skráin

Petur Simonsen, sum er formaður í Fótbóltsvenjarafelagnum, sigur, at teir hava tikið stig til hetta tiltakið saman við Fótbóltsdómarafelagnum:

? Vit hava sent øllum limunum hjá okkum skriv, og vit vóna at síggja so nógvar av teimum, sum tað á nakran hátt ber til. Eg veit ikki, um Dómarafelagið hevur sent sínum limum skriv, men dómararnir skulu vita, at vit vóna at síggja teir. Tankin aftanfyri hetta er júst, at venjarar og dómarar hittast og tosa saman um spurningar, sum eru av felags áhuga. Vit síggja undir dystum, at tað eru nógvir spurningar, sum eru av felags áhuga millum dómara og venjarar, og partarnir eru ikki altíð samdir. Tað skulu teir kanska heldur ikki vera, men vit halda, at tað hevði hjálpt pørtunum at skilja hvønn annan, um teir tosaðu saman. Tí er tað, at vit hava tikið stig til hetta.

Á skránni verður m.a. »Stevnan 1998«, sum Fótbóltssambandið hevur samtykt og sum stendur í Fótbóltssskipanini, sum er farin til prentingar. Harafturat fara Johan Nielsen og Hans Mourits Foldbo, venjarar, at greiða frá einum skeiði í Barcelona, sum Útbúgvingarnevndin hjá FSF sendi teir á í februar. Har høvdu teir báðir eisini høvi til at fylgja venjingini hjá kenda stórfelagnum.


Íblásturin

Tiltakið í morgin er óformligt, men vísir tað seg, at undirtøkan verður góð, og tað annars eydnast væl, so er ikki óhugsandi, at hetta fer at gerast ein afturvendandi partur av fyrireikingunum til nýggja fótbóltsárið:

? Hugskotið fingu vit frá norðmonnum, tá teir vóru her og høvdu skeið við okkum eina ferð í vetur. Teir hava skipað fyri tílíkum tiltøkum í fleiri ár, og teir siga, at tað er heilt týðuligt, at venjarar og dómarar hava gott av at tosa saman undir øðrvísi umstøðum, enn teir annars hittast undir, tá teir so at siga eru í arbeiði, sigur Petur Simonsen.