Liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún, Team Sydhavsøerne liggur fjórðaftastast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við 15 stigum fyri 22 dystir. Liðið hevur tapt 11 av teimum seinastu 13 dystunum.
Tað hevur fingið avleiðingar fyri høvuðsvenjaran, Klavs Bruun Jørgensen, ið hevur fingið fótin.
Hjálparvenjarin, Jakob Green hevur eisini mist starvið.
Jimmy Albrechtsen traðkar til sum høvuðsvenjari, og fær tað sum málsetning at bjarga suðuroyggjamonnum undan niðurflyting til triðbestu deildina, ið hevði verið ein fiasko fyri felagið.
##med2##